Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Goymsla Prísur v/MVG

Størv

Kemilux er í eini spennandi menningartilgongd. Felagið hevur røtur heilt aftur til 1965 og hevur verið virkin partur í føroyska húsarhaldinum og føroysku vinnuni líka síðan. Reingerðarvørurnar eru kendar í Føroyum og úti í heimi, og fyritøkan arbeiðir støðugt við at menna vørur og tænastur, sum skara framúr í góðsku og nýtslu.

Á Kemilux starvast um 30 fólk, og felagið húsast í tveimum stórum bygningum í Havn. 

Sí leys størv:

Goymslulærlingur


Umsókn av tínum eintingum

Tú ert altíð vælkomin at senda okkum eina umsókn av tínum eintingum. Umsókn og lívsrensl (CV) kunnu sendast til debes@kemilux.com. Vit goyma tína umsókn í 6 mánaðar og seta okkum í samband við teg, um hóskandi starvsmøguleikar koma í fyritøkuni. 

Virksemi í fyritøkuni fevnir um:

  • Framleiðslu av dunkum, reingerðarevnum og sóttreinsan
  • Innkeyp og goymsla
  • Flutningur, søla og marknaðarførsla
  • Bókhald og fyrisiting
  • Handil

Til endamáls hava øll starvsfólk ta ábyrgd, at varðveita okkara marknaðarstøðu á ein ábyrgdarfullan og virðismiklan hátt. Her starvast fólk við ógvuliga ymiskum bakstøði og gávum.