Vørunr. | Vørunavn | Eind | Mynd | Goymsla | Prísur v/MVG |
---|
Vaska
Vaska er felags heiti fyri gerandis reingerðarvørur til húsarhaldið og er rein dygd til tín, sum vil hava tað besta. Vaska ber eisini fliðumerkið hjá Kemilux. Tað vísir, at hon lýkur strangastu heilsukrøv og inniheldur hartil eingi óneyðug kálkbindandi evni. Tí fer Vaska betur við tær og føroysku nátúruni. Finn tí Fliðuna, næstu ferð tú keypir sápu.
Hví Vaska ?
Vaska er ein kend áheitan, og verður t.d. sagt við barnið: "Vaska hendur, áðrenn tú fert at eta."
Tankin er, at tað er stutt frá vørunavni til handling, og tí er lætt at skilja, hvat vøran ger. Sama er galdandi fyri vaska gólv, vaska vesi, vaska upp, o.s.fr.
Litríku blómurnar
Angi verður ofta settur í samband við lit. Angar t.d. av sitrón, seta vit tað í samband við gult. Hetta er grundarlagið undir øllum litavali okkara.
Tað grafiska elementið skal prýða vørurnar, og hvør vøra hevur sítt mynstur.