Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Goymsla Prísur v/MVG
KEMILUX umboðar nú eisini KANSAS
1. juli 2019
KEMILUX umboðar nú eisini KANSAS

KANSAS er ein av førandi og stórstu veitarunum, av arbeiðsklæðum. KANSAS hevur eitt stórt og breitt úrval av arbeiðsklæðum, bæði til menn og kvinnur og kunnu vit bíleggja allar vørur, sum eru á heimasíðuni www.kansasworkwear.com

KEMILUX við á Atlantic Fair
27. mai 2019
KEMILUX við á Atlantic Fair

KEMILUX luttók á ársins Atlantic Fair. Umboð frá fleiri av okkara kjarnu levrandørum vóru við á messuni.
Vit gleða okkum at luttaka á enn eini messu hjá Atlantic Fair.

Nýtt frá OCEAN
1. mai 2019
Nýtt frá OCEAN

Regnjakkar úr burðardyggum tilfari. Jakkarnir eru framleiddir úr endurnýtsluplasti, endurnýtslupolyester og PET fløskum!
Jakkarnir eru at fáa í trimum litum, og eru bæði til kvinnur og menn.

Litir:
Grønt, svart og gult.

Prísur:
Pure Ocean Women: 599,-
Pure Ocean Men: 499,-

KEMILUX vann enn eitt útboð hjá Tórshavnar Kommunu
15. apríl 2019
KEMILUX vann enn eitt útboð hjá Tórshavnar Kommunu

Trý ára avtala við Tórshavnar Kommunu er undirskrivað! KEMILUX vann útboðið at veita reingerðarútgerð til Heilsu- og Umsorganartænastuna. Í gjár varð avtalan undirskrivað og vit fegnast um avtaluna. Vit eru sera errin av, at vit skulu veita reingerðarútgerð til enn eitt økið hjá Tórshavnar Kommunu.

KEMILUX hevur nú fingið egna goymslu í Rotterdam
26. februar 2019
KEMILUX hevur nú fingið egna goymslu í Rotterdam

Hetta merkir at sápa frá KEMILUX er á goymslu í miðdeplinum hjá shippingvinnuni í Europa. Skip, sum sigla har á leiðini, kunnu nú heinta sápu úr Føroyum beinleiðis á goymsluni í ROTTERDAM! Vit eru sera errin av, at KEMILUX, sum føroyskur sápuframleiðari, nú kunnu veita okkara kundum tænastu - eisini…

KEMILUX stuðlar tiltakinum Rudda Føroyar
15. august 2018
KEMILUX stuðlar tiltakinum Rudda Føroyar

KEMILUX tekur umhvørvið í størsta álvara, og er hetta ein náttúrligur partur av okkara virksemi. Sum fyritøka, hava vit ábyrgd, og tískil er KEMILUX sjálvandi við til at stuðla tiltakinum RUDDA FØROYAR.

Vit hava fleiri mannagongdir, sum taka serligt atlit til umhvørvið og vit taka væl ímótið einum …

KEMILUX hevur nú eisini umboð í Írlandi
10. oktober 2019
KEMILUX hevur nú eisini umboð í Írlandi

Sápa frá KEMILUX verður nú eisini at fáa í Írlandi

Nýggja umboðið eitur Mooney Boats Ltd, og er í Írlandi. Vit hava hitt okkara nýggja umboð, Barry O'hara, á fiskarímessuni í Aalborg.
Fyrstu plattarnir av føroyskari sápu eru longu á veg til Írlands. 

Rói útlærdur
5. september 2019
Rói útlærdur

Rói Heðinsson Olsen, sum hevur verið lærlingur hjá okkum seinastu 2 árini er nú útlærdur, sum goymslumaður. 

Tillukku Rói