Vørunr. | Vørunavn | Eind | Mynd | Goymsla | Prísur v/MVG |
---|
Samfelagsábyrgd CSR
KEMILUX - Ábyrgd og burðardygd (CSR)
KEMILUX tekur umhvørvið og CSR í størsta álvara, og er hetta ein náttúrligur partur av okkara virksemi. Vit seta serstakliga strong krøv til okkum sjálvi, sum framleiðsluvirki, og lúka vit tískil strangastu altjóða krøv. Her verður nærri lýst hvussu vit arbeiða við CSR.
ISO9001:2015
KEMILUX er ISO9001:2015 góðkent, útint av Norsk Veritas. Hetta er ein altjóða góðkenning, sum inniber árligt eftirlit av øllum virkinum.
Achilles
KEMILUX er Achilles skrásett. Hetta merkir, at vit eru góðkendur veitari til oljuvinnuna í Norra og í Danmark.
KEMILUX hevur samfelagsábyrgd
Sosial ábyrgd
Kemilux vísir sosiala ábyrgd, við m.a. at seta fólk við skerdum førleika í starv. Og soleiðis viðvirka til ein ríkari gerandisdag fyri hesi, eins og fyri starvsfólk annars á Kemilux.
Síðani 2008 hevur KEMILUX havt starvsfólk í føstum vardum starvi. Hetta fekk KEMILUX heiðursbræv fyri í 2009 (Kærleikskúlan frá Dugna).
Starvsvenjing
Á hvørjum ári hevur KEMILUX næmingar í starvsvenjing, bæði frá fólkaskúlanum og hægri lesnaði.
Lærupláss
KEMILUX bjóðar lærupláss innan handil og goymslu.
Gávur og stuðul
KEMILUX stuðlar ymsum felagsskapum. Í løtuni stuðla vit m.a.:
Blái Krossur |
Herbergið |
Nei til narko |
Deyvafelagið |
Leguhúsið í Nesvík |
Zarepta |
Dugni |
Kafé Olivia |
KRIS |
Ítróttarfeløg |
Reyði Krossur |
Kvinnuhúsið |
KEMILUX tekur atlit til umhvørvið
Einki spill út í náttúruna
Tangagarður
Fyri at tryggja umhvørvið fyri møguligum óhappi, er tangagarður gjørdur á framleiðsluvirkinum. Hetta fyri at tryggja okkum, at onki útlat kann fara í kloakkina.
Tangauppgerð
Hvør framleiddur tangi við sápublanding verður uppgjørdur eftir tapping. Við eini tangauppgerð tryggja vit okkum, at líka nógv kemur úr tanganum, sum fór í tangan. Á hendan hátt hava vit eyka eftirlit við, at onki spill fer út í náttúruna.
Endurnýtsla av plasti
Fyri at hava tamarhald á ovurnýtslu av plasti, hevur KEMILUX eina kvørn, sum verður brúkt til at knúsa yvirskotsplast, sum síðani verður endurnýtt. Dunkarnir, sum vit framleiða, geva við brenning bert CO2 og H2O.
Svanamerkið og Astma-Allergi merkið
Endamálið við Svanamerkinum er at minka um umhvørvisligu árinini – frá framleiðslu til nýtslu. Tá tú keypir eina vøru, hevur hon verið á einari langari ferð. Heilt frá at rávørurnar eru fingnar til høldar, til at tú sum keypari stendur við vøruni í hondini.
Tá ein vøra er Svanamerkt, eru øll lið á ferðini undir eftirliti, fyri at tryggja at atlit verða tikin til umhvørvið allan vegin. Hetta er tað sum skilur Svanamerki frá øðrum umhvørvisgóðkenningum.
Tað eru tey smáu tingini í gerandisdegnum, sum gera mun. Og við at keypa Svanamerkta vøru, ert tú við til at gera mun.
Ein vøra merkt við Astma-Allergi merkinum, inniheldur ikki anga ella allergielvandi evni.
Fliðan
Vit vilja at tað skal vera sjónligt, at KEMILUX tekur atlit til føroyska umhvørvið, og at okkara vørur verða framleiddar eftir hesum hugburði.
Fyri at vísa á hetta, hava vit síðan 2011, havt okkara egna umhvørvismerki, nevnliga: Fliðan. Fliðan er okkara føroyska ímynd av, at vit taka atlit til føroysku náttúruna. Fliðan er prógv fyri, at vøran lýkur strangastu altjóða krøv viðvíkjandi góðsku og umhvørvi.
Starvsfólkarøkt
Trivnaður
Vit hava eitt arbeiðsumhvørvi í støðugari menning. Vit virka í einum felagsskapi, har rúm er fyri ymiskleika.
Okkara trivnaður hevur týdning fyri trivnaðin hjá okkara kundum.
Starvsfólkið hevur eina eyka heilsutrygging, sum veitur teimum heilsuhjálp um tørvur er á tí.