Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Goymsla Prísur v/MVG

Keypstreytir

Hesar keypstreytir eru bert galdandi fyri keyp á heimasíðuni.

1. Bílegging

Ordrin verður vanliga avgreiddur innan 2 arbeiðsdagar. Vørur, sum ikki eru á goymslu, verða útvegaðar vanliga innan 14 dagar. Tá tú skalt gjalda við gjaldskorti skalt tú uppgeva kortnummar, nær kortið gongur út og kontrolsiffur. Harvið loyvir tú Kemilux at taka upphæddina av konto tínari. Samskiftið við SSL (Secure Socket Layer) loysnina er krypterað, soleiðis at hvørki Kemilux ella annar óviðkomandi hevur møguleika at fáa fatur á hesum upplýsingum. Nærri upplýsingar um trygdina kunnu lesast her.

 

2. Prísir

Allir prísir eru íroknaðir meirvirðisgjald, um annað ikki er tilskilað. Gjaldoyra er DKK. Fyrivarni verður tikið fyri prísvillum og útseldum vørum.

 

3. Gjaldstreytir

Gjald fyri vørurnar gerast við:
1. Dankort og Visa/Dankort
2. Skuldskrivast á góðkenda konto hjá Kemilux.

Verður goldið við Dankorti ella Visa/Dankorti, kemur eitt PBS avgjald á 1,95 DKK + 0,10%.

 

4. Flutningstreytir

Útreiðslur av vørusendingini verða eftir teimum til eina og hvørja tíð galdandi fraktkostnaðum, tó er minsta gjald kr. 437,50. Eru serliga stórar flutningsútreiðslur verða boð givin um hetta. Vørukeyp omanfyri kr. 5.000,00 íroknað meirvirðisgjald ókeypis flutning, har landfast er. Um vøra verður heintað, fellur flutningsgjaldið burtur.

 

5. Leveringardagur

Vøra verður send í seinasta lagi 3 arbeiðsdagar eftir keyp.

 

6. Trygd/umbýting

Allar vørur kunnu latast inn aftur innan 7 dagar frá móttøkudegnum, treytað av at vøran er óbrúkt, lýtaleys og í upprunaligum pakningi. Hetta er tó ikki galdandi fyri vørur, ið vit serstakt hava útvegað fyri kundan. Allar vørur eru umfataðar av 1 ára trygd, tó ikki uppá slitdeilir og skeivari nýtslu av vøruni. Vøran kann sendast aftur til okkum treytað av, at hon er í upprunapakningi.

Um so er, at vøran skal umbýtast við aðra vøru, skal hetta gerast innan 30 dagar eftir at vit hava sent vøruna.