Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Goymsla Prísur v/MVG

Kemilux og umhvørvið

Vit taka atlit til umhvørvið

Tú kanst kenna teg fullvísan í, at reingerðarevni okkara eru ment við serligum atliti til føroyska umhvørvið. 

Til dømis er einki kálk í føroyska kranavatninum. Okkara vatn kemur nevniliga úr erva sum regn, - ikki úr jørðini. Tessvegna nýta vit heldur ikki kálkbindandi evni í okkara framleiddu vørum, og tað er náttúran fegin um. Okkara hugsjón er, at jú færri kemisk evni, vit lata út í umhørvið, jú betri. Hesi evni finnast harafturímóti vanliga í reingerðarevnum, sum eru framleidd í londunum kring okkum, har kálk er í vatninum.

Tað er ein veruleiki, at øll reingerðarevni innihalda virkin evni. Um tey skulu loysa sína vaskiuppgávu, væl at merkja. Vit leggja alstóran dent á at fara væl um okkara umhvørvi við at nýta lætt niðurbrótilig, natúrlig evni úr plantuoljum í okkara húsarhaldsvørum.
Kemilux virkar samsvarandi donskum og ES-lógum og reglugerðum á økinum. Vit hava egna starvsstovu/laboratorium, sum í samstarvi við altjóða serkunnleika hevur dagliga eftirlitið við, at allar reglur verða fylgdar. Kemilux framleiðir samsvarandi ISO9001 skipanini. Strongu krøvini, sum vit seta okkum sjálvum, hava millum annað havt við sær, at Kemilux er góðkendur veitari til sera kravmiklu oljuvinnuna.