Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Goymsla Prísur v/MVG

Framleiðsluvørur

KEMILUX er fyrst og fremst føroysk framleiðsla av sápu bæði til ídnaðin og húsarhaldsnýtslu.

Í 1965 fór KEMILUX undir at framleiða sápu. KEMILUX hevur av fyrstan tíð framleitt sápu til ídnaðin og til heimanýtslu.
Fiskivinnan hevur altíð verið miðdepilin hjá KEMILUX. Fyritøkan hevur av fyrstan tíð megna at vinna sær serkunnleika innan reingerðartørvin hjá fiskivinnuni og hevur KEMILUX brúkt sínar royndir til at røkka øðrum vinnugreinum eisini.


Í dag framleiða vit sápu og reingerðarevni til húsarhald, stovnar og virkir. Allar uppskiftir eru føroyskar og verða framleiddar við føroyskari arbeiðsmegi í Føroyum. Vit eru sera errin av, at vit, sum føroysk framleiðsla, framvegis, eftir meiri enn 50 ár, megna at framleiða sápu bæði til føroyska og útlendska marknaðin. Høga góðskan í sápusamansetingini hevur alt at týða fyri okkum, og er høvuðsorsøkin til at vit kunnu kappast bæði altjóða og á heimamarknaðinum. í dag útflyta vit føroyska sápu til 8 lond.