Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Goymsla Prísur v/MVG

Um okkum

Sápuframleiðslan er kjarnan

Í 1965 fór KEMILUX undir at framleiða sápu í einum kjallara. 
Fyritøkan hevur av fyrstan tíð megna at vunnið sær serkunnleika innan tørvin hjá fiskivinnuni, og hevur KEMILUX brúkt sínar royndir til at røkka øðrum vinnugreinum eisini. 

Í dag framleiða vit sápu og reingerðarevni til húsarhald, stovnar og virkir. Vit leggja stóran dent á, at vit eru ein føroysk sápuframleiðsla, og allar uppskiftir eru føroyskar og verða framleiddar við føroyskari arbeiðsmegi í Føroyum. Hetta eru vit sera errin av, eftir meira enn 50 ár, megna vit at framleiða bæði til føroyska og útlendska marknaðin, sum er í alt 8 lond. Høga góðskan í sápusamansetingini hevur alt at tíða fyri okkum, og er høvuðsorsøkin til, at vit kunnu kappast bæði altjóða og á heimamarknaðinum. 

Sjálvt um hjarta á fyritøkuni er sápuframleiðsla, eru vit somuleiðis veitarir av reingerð-, trygdarútgerð, arbeiðsklæðum og pakningi.
Í oktober í 2008 lat KEMILUX handilin upp á Hjalla 14. Handilshølið er stórt og rúmar alskins útgerð bæði til privatar og vinnuligar kundar.  
Okkara dugnaligu sølufólk ferðast kring landið, fyri at tryggja at viðskiftafólk okkara fáa skilabestu loysnina til teirra tørv.

Kemilux er framsøkin

Missión - Hvat gera vit sum fyritøka ?

Kemilux framleiðir sápu til húsarhald, stovnar og vinnu, og nøktar allan tørv innan reingerð, arbeiðsklæðir, trygdarútgerð og pakning.

Vissión - Hvat er okkara mál ?

Kemilux ynskir at vera fremsti umhvørvisvinaligi veitarin innan reingerð í Føroyum.

Virðir - Hvat er okkara atferð ?

Okkara felagsvirði er ábyrgd, dugnasemi og framsøkni til at fáa sum best burturúr, soleiðis at vit í felag náa okkara málum. 

 

KEMILUX í trimum deildum

Vit eru 31 starvsfólk á KEMILUX, 12 menn og 19 kvinnur. Vit eru ein fjølbroytt fyritøka og fevna vit víða.

  • Á Mykinesgøtu 1 er sápu- og dunkaframleiðsla, starvsstova og skrivstova.
  • Á Hjalla 14 er handil, goymsla, søludeild og marknaðarføring. Handilin rúmar alt innan reingerð, sápu, arbeiðsútgerð og mangt annað.
  • Eisini hava vit eitt starvsfólk í Kekkia, sum starvast innan sølu og innkeyp.