| Vørunr. | Vørunavn | Eind | Mynd | Goymsla | Prísur u/MVG |
|---|
“Eingi bróst eru eins” er ein týðandi áminning í stríðnum ímóti bróstkrabba. Bróstini síggja ymisk út og kennast ymisk. Tí hevur tað alstóran týdning, at vit øll kenna okkara egnu bróst væl og javnan kanna tey, so at vit skjótari merkja, um broytingar eru. Broytingar merkja ikki altíð, at talan er um krabba, men tað er altíð best at venda sær til lækna okkara sum skjótast, um vit varnast okkurt. Tíðin arbeiðir fyri krabbanum, so tess fyrr, ein møgulig viðgerð kann byrja, tess betur.
Kemilux stuðlar ymiskum vælgerandi endamálum, og í ár ynskja vit at gera eitt stuðulsátak til frama fyri Krabbameinsfelagið. Marknaðardeildin hjá Kemilux vildi gera eitt átak, sum skuldi fara til eitt vælgerandi endamál. Hugskotið var at menna eina serliga hondsápu, sum skuldi víkja frá vøruúrvalinum hjá Kemilux og einans vera á marknaðinum eitt stutt tíðarskeið. Hondsápan skuldi sniðgevast til endamálið, og ein upphædd fyri hvønn selda dunk skuldi latast Krabbameinsfelagnum.
Á 𝚖𝚢𝚗𝚍𝚒𝚗𝚒 𝚜í𝚐𝚐𝚐𝚓𝚊 𝚟𝚒𝚝 𝙷𝚎𝚒𝚍𝚒 𝙷𝚟𝚒𝚍𝚋𝚛𝚘, 𝚏𝚘𝚛𝚔𝚟𝚒𝚗𝚗𝚞 í 𝙱ó𝚝 𝚝𝚒𝚕 𝚋𝚊𝚝𝚊. 𝙷𝚘𝚗 𝚏𝚎𝚔𝚔 𝚜𝚝𝚊ð𝚏𝚎𝚜𝚝 𝚋𝚛ó𝚜𝚝𝚔𝚛𝚊𝚋𝚋𝚊 𝚜𝚞𝚖 𝟺𝟷 á𝚛𝚊 𝚐𝚘𝚖𝚞𝚕, í 𝚍𝚊𝚐 𝚎𝚛 𝚑𝚘𝚗 𝚟𝚘𝚛ð𝚒𝚗 𝚏𝚛í𝚜𝚔 𝚘𝚐 𝚑𝚎𝚟𝚞𝚛 𝚖𝚎𝚐𝚗𝚊ð 𝚊𝚝 𝚐𝚊𝚗𝚐𝚊 ø𝚕𝚕 𝚏𝚓ø𝚕𝚕𝚒𝚗𝚒 í 𝙵ø𝚛𝚘𝚢𝚞𝚖.
Fleiri ferðir áður hevur bót til bata varpað ljós á bróstkrabba í samstarvi við føroyskan sniðgeva ella fyritøku. Í ár er tað Kemilux, ið hevur tikið stig til at gera eina nýggja hondsápu, sum er sniðgivin og framleidd í Føroyum, og einans verður seld eitt stutt tíðarskeið til hetta endamálið. Talan er sostatt um eina avmarkaða útgávu, sum verður seld í ymiskum handlum kring landið.
Hugskotið gjørdist veruleiki. Vit hava í eina tíð arbeitt við at sniðgeva merkiseðilin, valt ein øðrvísi dunk og valt ein heilt serligan søtan anga. Talan er um ein anga, sum vit ikki hava havt áður í okkara vøruúrvali. Arbeiðið at sniðgeva og framleiða hesa nýggju hondsápuna hevur gingið sera væl. Tó var tað torført at finna fram til ein merkiseðil (etikett), og tískil hava vit valt at selja hondsápuna í trimum ymiskum sniðum, hóast hon hevur sama innihald. Hondsápan inniheldur glyserin, sum ger húðina bleyta, innihaldið er klárt og hevur ein tjúkkari konsistens á 300 ml.
Merkiseðilin er sniðgivin av Jenny Kjærbo, saman við okkara vørumennara, Jeanette við Sandá Lassen. Á merkiseðlinum síggjast ymisk bróst, saman við sloyfuni hjá Bót til Bata. Kemilux hevur avgjørt at lata Krabbameinsfelagnum 5 krónur fyri hvønn selda dunk. Hondsápan kann keypast í ymiskum handlum kring landið frá 1. Oktobur 2024, vit nevna handlarnar á okkara facebook vanga.
Vit eru sera spent at vita, hvussu nógvan pening vit fáa savnað saman til Krabbameinsfelagið.
Á 𝘮𝘺𝘯𝘥𝘪𝘯𝘪 𝘶𝘵𝘵𝘢𝘴𝘵 𝘵𝘪𝘭 𝘷𝘪𝘯𝘴𝘵𝘳𝘶 𝘴í𝘨𝘨𝘫𝘢 𝘷𝘪𝘵 𝘑𝘢𝘯𝘴𝘺 𝘎𝘢𝘢𝘳𝘥𝘭𝘺𝘬𝘬𝘦, 𝘥𝘢𝘨𝘭𝘪𝘨𝘶𝘳 𝘭𝘦𝘪ð𝘢𝘳𝘪 í 𝘒𝘳𝘢𝘣𝘣𝘢𝘮𝘦𝘪𝘯𝘴𝘧𝘦𝘭𝘢𝘨𝘯𝘶𝘮, 𝘑𝘦𝘢𝘯𝘦𝘵𝘵𝘵𝘦 𝘓𝘢𝘴𝘴𝘦𝘯, 𝘷ø𝘳𝘶𝘮𝘦𝘯𝘯𝘢𝘳𝘪 í 𝘒𝘦𝘮𝘪𝘭𝘶𝘹, 𝘊𝘩𝘳𝘪𝘴𝘵𝘪𝘯𝘶 𝘏𝘢𝘯𝘴𝘦𝘯, 𝘴𝘵𝘫ó𝘳𝘢 í 𝘒𝘦𝘮𝘪𝘭𝘶𝘹, 𝘰𝘨 𝘏𝘦𝘪𝘥𝘪 𝘏𝘷𝘪𝘥𝘣𝘳𝘰, 𝘧𝘰𝘳𝘬𝘷𝘪𝘯𝘯𝘶 í 𝘉ó𝘵 𝘵𝘪𝘭 𝘣𝘢𝘵𝘢.
Hondsápan verður seld hesi støð:
Miklagarður, FK, Á, Samkeyp, Bónus, Stanley, Vørðslan, Hárbúðin, Brá, Klinikk-B, Maria Poulsen, Koppur & kanna, Margarita í SMS, Salong Hárlist, Hjá Rólant, El-handilin á Tvøroyri, Sandavágs Timburhandil, Jysk og Handilin hjá Kemilux á Hjalla.

![]()
