| Vørunr. | Vørunavn | Eind | Mynd | Goymsla | Prísur u/MVG |
|---|
🤝 Kemilux styrkir reinførisloysnirnar í Føroyum
Krøvini til reinføri, matvørutrygd og burðardygd gerast alsamt hægri, serliga innan matvøruídnaðin. Tí hevur Kemilux nú gjørt samstarvsavtalu við System Cleaners, ið er ein av fremstu veitarunum av professionellum lágtrýst reinsiloysnum til vinnuna.
Við hesum samstarvi kunnu vit nú bjóða føroyskum fyritøkum framkomnar og álítandi reinsiloysnir, ið tryggja javna góðsku hvønn dag.
ℹ️ Um System Cleaners
System Cleaners framleiðir og mennir professionell lágtrýst reinsianlegg, ið eru serútgjørd til vinnuna, har reinføri er avgerandi.
Tey bjóða m.a.:
- Lágtrýstanlegg til effektiva skynsama reingerð
- Sentrala reinsiskipan
- Satelittstøðir til skúm, sápu og desinfektión
- Neyva og rætta dosering av sápu og reinsievnum
- Skúm- og desinfektiónsloysnir, antin manuelt ella sjálvvirkandi
- Loysnir, ið kunnu tillagast bæði smærri og størri fyritøkum og skipum
Lágtrýstanleggini eru ein trygg og effektiv loysn, ið gevur:
- Betri reinførisúrslit
- Minnið aerosol og betri arbeiðsumhvørvi
- Røttu dosering hvørja ferð
- Minnið spill av kemiskum evnum
- Minnið slit á maskinur, gólv, veggir o.a.
- Minnið ávirkan á umhvørvið
Les meira um loysnirnar frá System Cleaners her: https://systemcleaners.com/
Eitt týðandi ískoyti til Kemilux
Hetta er eitt øki, sum Kemilux hevur manglað í okkara vøruúrvali í fleiri ár. Nú kunnu vit bjóða eina heildarloysn innan reinføri – frá sápu og kemiskum evnum til sjálvar reingerðisloysnir, eykadeilir og tekniska servisu.
Vit styrkja sostatt okkara leiklut sum lokalur og álítandi samstarvspartnari hjá føroyskum fyritøkum.
Hava tit longu eitt anlegg frá System Cleaners?
Hevur tín fyritøka eina loysn frá System Cleaners, kunnu vit nú veita:
- Eykadeilir
- Viðlíkahald
- Ráðgeving
- Alt, ið hoyrir til anleggið
Næstu tíðina koma vørur til Føroyar, og flestu eyka lutir vera at fáa hjá Kemilux.
📞 Vilt tú styrkja reinførið í tínari fyritøku?
Vit bjóða eisini eina ókeypis og óbindandi gjøgnumgongd av tykkara núverandi reinsiloysn.
Set teg í samband við okkum, ella tykkara sølufólk, og hoyr meiri um, hvussu vit kunnu hjálpa tykkum við einari tryggari, effektivari og burðardyggari loysn.
📸 Á myndini síggjast Brian Lund Jensen, sølustjóri hjá System Cleaners, og Benjamin Deveci, sølu- og marknaðarleiðari hjá Kemilux.
