| Vørunr. | Vørunavn | Eind | Mynd | Goymsla | Prísur u/MVG |
|---|
Við 450-500 vitjandi dagliga – og uppaftur fleiri um summarið – eru reinføri og trygd týdningarmestu uppgávurnar hjá Svimjihøllini í Gundadali, sum fyri stuttum hevur fingið altjóða umhvørvisgóðkenning.
Svimjihøllin hevur seinnu árini gjørt stórar útbyggingar við nýggjum vælveruøki og 50 metra langhylinum, men hóast nýggju umstøðurnar er fokus óbroytt:
Reint – reint – reint.
Hørð krøv til reinføri
Svimjihallir eru undir strongum krøvum. Hetta merkir millum annað, at neyðugt er við skipaðum reingerðarætlanum og dagligum fokus á reinføri.
Vit hava lógarkrøv til reinføri, og okkara høvuðsfokus er einfalt: Reint – reint – reint, sigur Eyðun Húsgarð, stjóri í Svimjihøllini í Gundadali.
Føroysk framleiðsla og tryggar veitingar
Vit á Kemilux eru sera errin av at samstarva við Svimjihøllina í Gundadali.
Kemilux veitir flestu reinførisvørurnar, sum verða nýttar í dagliga arbeiðinum hjá Svimjihøllini. Útyvir sápu til reingerð av hallunum, ergonomisk útgerð og klor, verður millum annað Kropp & Hár nýtt í baðirúmunum – ein kombinatión av shampoo og kropssápu uttan luktilsi, sum er vælegnað til dagliga nýtslu hjá teimum mongu gestunum. Ein sápa, ið eisini verður seld í handlinum á Hjalla.
Ein av fyrimununum við samstarvinum er, at sápan verður veitt í størri tunnum, sum ger arbeiðsgongdirnar lættari og meira effektivar.
Tá ið Eyðun verður spurdur, hví Svimjihøllin valdi Kemilux sum veitara, er svarið greitt:
Góðar vørur, góð tænasta, stuttflutt og kappingarføri.
Kundarnir eru væl nøgdir
Dagliga fáa hundraðtals gestir gleði av umstøðunum í Svimjihøllini. Sambært Eyðuni eru kundarnir serliga glaðir fyri, at sápan er mild og uttan luktilsi.
Samstarvið við Kemilux hevur vart í nógv ár, og nøgdsemið er stórt.
Samstarvið hevur verið gott, og veitingarnar eru tryggar og koma til tíðina.
Ein lokalur samstarvspartnari
Tá ið Eyðun skal seta orð á, hvat serliga skilir Kemilux frá øðrum veitarum, leggur hann dent á føroysku framleiðsluna.
Fyrst og fremst føroysk framleiðsla. Óført at hava ein sápuframleiðara í býnum.
Og hevði hann viðmælt Kemilux til onnur?
Avgjørt.
