Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Goymsla Prísur u/MVG


Familjudagur 2026

KEMILUX bjóðar aftur í ár til vælumtókta, hugnaliga familjudagin í handlinum á Hjalla 14, har vit skapa góðar karmar fyri bæði børn og vaksin. Dagurin verður leygardagin 2. mai frá 10:00-16:00.
Njótið ókeypis pylsur, sunkist, køku og kaffi, meðan børnini stuttleika sær í hoppiborgunum, og tey vaksnu kunnu gera kvetti við framúr góðum prísum.
Øll eru hjartaliga vælkomin – vit gleða okkum at síggja teg!