| Vørunr. | Vørunavn | Eind | Mynd | Goymsla | Prísur u/MVG |
|---|
Kemilux hevur undirskrivað nýtt samstarv við Bakkafrost, sum er ein av fremstu fyritøkunum innan alivinnu og matvøruframleiðslu. Samstarvið er eitt týðandi stig í okkara víðari menning og staðfestir okkara leiklut sum álítandi veitari av reingerðarloysnum til føroyska vinnu.
Við hesum samstarvi veitir Kemilux serframleiddar reingerðarloysnir, ið eru mentar til at lúka tey høgu krøvini, sum gera seg galdandi innan matvøru- og fiskiídnaðin. Í slíkum umhvørvum er reinføri avgerandi – bæði fyri trygd, góðsku og framleiðslu.
Reingerðarloysnir til krevjandi framleiðsluumhvørvi
Sum partur av samstarvinum eru nýggjar vørur tiknar í nýtslu. Millum hesar eru:
- VirkisCIP – eitt sera kraftigt, alkalisk reingerðarevni, vælegnað til CIP-skipanir (Cleaning-in-place). Vøran er ment til at loysa upp feitt, proteinleivdir og annan skitt á ein effektivan hátt, og er serliga væl egnað til framleiðsluhøli, har reinføri hevur hægsta týdning.
- Karvask – eitt sterkt alkalisk reingerðarevni til gjølla reingerð av kørum og tangum. Vøran er serliga ment til matvøru- og fiskiídnaðin og tryggjar eina gjøgnumførda og álítandi reingerð av útgerð, ið verður nýtt í framleiðslu. Eisini vælegnað til CIP-skipanir
Hesar vørur eru mentar við atliti at bæði effektiviteti og trygd, soleiðis at tær kunnu nýtast í krevjandi framleiðsluumhvørvi, uttan at ganga upp á kompromis við góðsku.
Samstarv og dygd í fokus
Eitt av grundarløgunum hjá Kemilux er tætt samstarv við kundar. Við at arbeiða saman við eini fyritøku sum Bakkafrost, fáa vit virðismikla vitan um veruligu tørvirnar í vinnuni, sum aftur ger tað møguligt at menna og tillaga vørur, ið veruliga gera mun í gerandisdegnum.
Hetta samstarvið er tí ikki bert ein veitingarsáttmáli, men eisini eitt samstarv, har dentur verður lagdur á støðuga menning, dygd og álítandi loysnir.
Ein styrking av føroysku vinnuni
Sum føroyskur framleiðari er tað týdningarmikið fyri Kemilux at stuðla og styrkja føroyska vinnu. Samstarvið við Bakkafrost er eitt gott dømi um, hvussu føroyskar fyritøkur kunnu arbeiða saman fyri at menna effektivar loysnir.
Vit síggja fram til eitt gott samstarv, har vit saman kunnu tryggja hægsta støði innan reinføri og framleiðslu.
Mynd: Vinstru – Anton Højgaard, Innkeypari hjá Bakkafrost. Høgru – Debes Petersen, Forstjóri hjá Kemilux.
