| Vørunr. | Vørunavn | Eind | Mynd | Goymsla | Prísur u/MVG |
|---|
Við 450-500 vitjandi dagliga – og uppaftur fleiri um summarið – eru reinføri og trygd týdningarmestu uppgávurnar hjá Svimjihøllini í Gundadali, sum fyri stuttum hevur fingið altjóða umhvørvisgóðkenning.
Svimjihøllin hevur seinnu árini gjørt stórar útbyggingar við nýggjum vælveruøki og 50 metra l…
Kemilux hevur undirskrivað eina nýggja avtalu við Royal Greenland - ein av størstu fyritøkunum innan fiskivinnu og matvøruframleiðslu í Norðuratlantshavinum.
Við hesi avtaluni verður Kemilux ein partur av innkeypsskipanini hjá Royal Greenland, soleiðis, at skip og framleiðslueindir hjá teimum fáa b…
Gólvrøkt 1 L fer í søguna.
Kemilux hevur gjørt av at taka Gólvrøkt 1 litur úr okkara vøruúrvali.
Henda broytingin er partur av einari tillaging av okkara vøruúrvali, har vit leggja størri dent á loysnir, sum eru betri hóskandi til tørvin hjá okkara kundum.
Tað er tó framvegis møguligt at fáa Gólv…
Kemilux hevur undirskrivað nýtt samstarv við Bakkafrost, sum er ein av fremstu fyritøkunum innan alivinnu og matvøruframleiðslu. Samstarvið er eitt týðandi stig í okkara víðari menning og staðfestir okkara leiklut sum álítandi veitari av reingerðarloysnum til føroyska vinnu.
Við hesum samstarvi vei…
🤝 Kemilux styrkir reinførisloysnirnar í Føroyum
Krøvini til reinføri, matvørutrygd og burðardygd gerast alsamt hægri, serliga innan matvøruídnaðin. Tí hevur Kemilux nú gjørt samstarvsavtalu við System Cleaners, ið er ein av fremstu veitarunum av professionellum lágtrýst reinsiloysnum til vinnuna.
…
Nýtt bilsjampo, sum ger bilin skínandi reinan, og gevur lakkinum eyka verju og glans. Inniheldur silikon, ið ger, at vatnið perlar av.
Talan er um eina nýggja uppskrift við anga av mannfólka perfumu, eisini skúmar sápan enn meira.
Dunkurin inniheldur 500 ml. og fæst eisini í 5 l. dunki.
Nýtsl…
vaska Her & nú er nýggja universal spraysápan frá Kemilux. Sápan verður seld í trimum ymiskum angum úr føroysku náttúruni. Fjallasmæra, Bjargablóma og Stórá.


vaska Her & nú - Fjallasmæra
Fjallasmæra er slekt í rósuætt, og veksur serstakliga við fjøll. Vaska Her & nú við anga av føroy…
Vit hava framleitt vaska hendur í nýggjari og mildari uppskrift. Eisini hava vit fingið tveir nýggjar og frískligar angar, eisini sum áfylling.
Vaska hendur - Morgunró
Hondsápan er uppkallað eftir tveimum av best umtóktu sangunum hjá tónaskaldinum, Martin Joensen. Sangirnir eru "morgun" og "ró".
…
Vetrardraktin frá Lyngsøe hevur flott snið til eina kvinnu. Hon fæst í tveimum litum: grønum og svørtum. Vetrardraktin er vatntøtt upp til 20.000 mm. og hevur endurskin, sum tú kanst vísa fram ella fjala. Eisini hevur hon 4-vegstrekk, soleiðis at hon er góð at røra seg í til gongutúrar. Eisini er ho…
Hondbóltssambandið og Kemilux hava í dag skrivað undir samstarvsavtalu, har Kemilux verður ein av stórstuðlunum hjá HSF í 2024 og 2025.
Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF og Debes Petersen, stjóri í Kemilux, hava í dag undirskrivað sáttmálan, sum eisini inniber at Kemilux verður ein av sjónligu stuðlun…
Allan septembur mánaða í 2023, hava vit havt eina nøgdsemiskanning úti á facebook. Nøgdsemiskanningin fevndi um ymiskar spurningar viðvíkjandi vaska hendur og vaska vesireins. Vit hava fingið fleiri góð svør, sum vit nú fara undir at kanna nærri. Øll sum hava svarað kanningin, vóru samstundis við í …
Jóhanna Zachariassen hevur 20 ára starvsdag í Kemilux. Takk fyri øll hesi góðu og trúføstu árini. Vit í Kemilux eru sera errin av tær og tínum framúrskarandi arbeiði.
Á myndini síggja vit Niels Juul Arge, stjóri í SSL og Debes Petersen, stjóri í Kemilux, sum júst hava undirskrivað ein nýggjan tvey ára sáttmála um keyp av arbeiðsklæðum og verndarútgerð. Vit í Kemilux eru fegin um at halda fram við góða samstarvinum.
Kemilux keypir meirilutan av Maskinhandilin Sp/f í Saltangará
Maskinhandilin, sum Skálafjarðar Málingahandil Sp/f við Hilmari Nielsen saman við Niels Jacob Nielsen og Petur Olaf Rasmussen higartil hava átt, hava í dag gjørt avtalu við Kemilux P/F.
Avtalan merkir, at Kemilux P/F í dag er vorð…
Í dag er Hans Marius útlærdur sum logistikkatstøðingur. Hjartaliga tillukku við útbúgvingini.
Hans Marius hevur seinastu tvey árini verið í læru á goymsluni hjá Kemilux og havt sína skúlagongd nakrar vikur í Danmark.
Títt íkast á goymsluni kemur veruliga okkara kundum og Kemilux til góðar. Tú leggur…
Kemilux og Róðrarsamband Føroya hava í dag undirskrivað nýggja samstarvsavtalu, sum skal vera við til framhaldandi at menna tjóðarítróttina, komandi trý árini.
Róðrarsamband Føroya er partur av Ítróttarsambandi Føroya, og virkar fyri øllum kapp- og inniróðri í Føroyum. Føroyska landsliðið í inniróð…
Mark Lang, sum hevur lært í handlinum hjá KEMILUX er útlærdur. Hjartaliga til lukku við útbúgvingini.
Vit takka fyri eitt gott samstarv og ynskja honum alt tað besta í framtíðini.
KEMILUX kemur at veita allar non-food vørur til Økistænastuna Roðin í Runavíkar kommunu komandi trý árini.
Vit fegnast um tað nýggja samstarvið, ið er komið í lag.
Durita Weihe, sum hevur lært í handlinum hjá KEMILUX er útlærd. Hjartaliga til lukku við útbúgvingini.
Durita heldur fram at arbeiða í handlinum og hetta fegnast vit um.
Glasir og aðrir skúlar hava í nógv ár drigið næmingar úr øllum lestrarløgum inn í tað føroyska vinnulívið. Hetta er eitt gott høvi hjá virkjum og fyritøkum at vísa sítt virksemi.
Virkisvitjanir eru ivaleyst framhaldandi væl umtóknar og væl kendar í vinnuni - eisini á KEMILUX.
Seinastu árini hevur …
Yvir 50 lond runt allan heimin heiðra World Ecolabel Day, sum er annan týsdag í oktober, á hvørjum árið. Hetta er dagurin, ið vit leggja dent á allar tær vørur, ið eru til gagns fyri okkara heilsu og umhvørvið rundan um okkum.
Í 2020 var KEMILUX sett á heimskortið í samband við Svanamerkið og Astma…
Tað er altíð ein fragd at vera við til DanFish. Í fjør varð stevnan av ongum, men í ár er hon aftur fullsett av spennandi fyritøkum, ið nýta høvið at vísa sínar dygdir.
Eisini vit vilja vísa okkara dygdir. Hetta gera vit saman við okkara umboði í Danmark, Skovbo-Ren, sum hevur sæti í Hjørring.
Ste…
Kemilux er fyrsti og einasti sápuframleiðari í Føroyum, ið hevur fingið sínar vørur Svanamerktar og merktar við Astma Allergi Nordic.
Vit kunnu tí hátíðarhalda okkara 55 ár í vinnuni við Svana- og Astma-Allergi merkinum á okkara vørum í Rein-røðini. Hesar eru vaska Hendur, vaska Upp & Niðu…
Í 20 ár hevur Ólavur verið partur framleiðslutoyminum hjá Kemilux úti á Mykinesgøtu. Framleiðslan sum er býtt í tvey, har ein partur umfatar framleiðslu av dunkum og hin parturin umfatar framleiðsluna av reingerðar- og sóttreinsanarevnum. Tað er hesum seinna, ið Ólavur hevur virkað mest undir, har h…
Ein vinnari verður funnin til hvørja stevnu
KEMILUX burturlutar eitt gávukort uppá 1.000 kr frá KEMILUX handlinum á Hjalla. Øll atgongumerkini, sum verða seld til stevnurnar, eru við í lutakastinum.
Lutakast verður hvønn týsdag eftir stevnurnar, og verður vinnaraseðilin kunngjørdur her á heimasí…
Á heysti í fjør bjóðaði SSL veitingina av arbeiðsklæðum út. Kemilux var við í útbjóðingini og út frá eini heildarmeting av prísi, góðsku og tænastu metti SSL at Kemilux hevði besta boðið.

Vit síggja fram til samstarvið komandi 3 árini, siga Debes Petersen og Hilmar Eliasen, stjóri á Strandfaraski…
Við hesum vilja Apoteksverkið og KEMILUX staðiliga heita á allar føroyingar, um at nýta vanligt skynsemi, tá hugsað verður um reinføri; Brúka ikki hondspritt í staðin fyri hondsápu og at vaska hendur.
Vit skulu ikki undirmeta dygdina at vaska hendur. Nógvir føroyingar eru sendir til hús at arbeiða,…
Sápa frá KEMILUX verður nú eisini at fáa í Írlandi
Nýggja umboðið eitur Mooney Boats Ltd, og er í Írlandi. Vit hava hitt okkara nýggja umboð, Barry O'hara, á fiskarímessuni í Aalborg.
Fyrstu plattarnir av føroyskari sápu eru longu á veg til Írlands.
Rói Heðinsson Olsen, sum hevur verið lærlingur hjá okkum seinastu 2 árini er nú útlærdur, sum goymslumaður.
Tillukku Rói
KANSAS er ein av førandi og stórstu veitarunum, av arbeiðsklæðum. KANSAS hevur eitt stórt og breitt úrval av arbeiðsklæðum, bæði til menn og kvinnur og kunnu vit bíleggja allar vørur, sum eru á heimasíðuni www.kansasworkwear.com
KEMILUX luttók á ársins Atlantic Fair. Umboð frá fleiri av okkara kjarnu levrandørum vóru við á messuni.
Vit gleða okkum at luttaka á enn eini messu hjá Atlantic Fair.
Regnjakkar úr burðardyggum tilfari. Jakkarnir eru framleiddir úr endurnýtsluplasti, endurnýtslupolyester og PET fløskum!
Jakkarnir eru at fáa í trimum litum, og eru bæði til kvinnur og menn.
Litir:
Grønt, svart og gult.
Prísur:
Pure Ocean Women: 599,-
Pure Ocean Men: 499,-
Trý ára avtala við Tórshavnar Kommunu er undirskrivað! KEMILUX vann útboðið at veita reingerðarútgerð til Heilsu- og Umsorganartænastuna. Í gjár varð avtalan undirskrivað og vit fegnast um avtaluna. Vit eru sera errin av, at vit skulu veita reingerðarútgerð til enn eitt økið hjá Tórshavnar Kommunu.
Hetta merkir at sápa frá KEMILUX er á goymslu í miðdeplinum hjá shippingvinnuni í Europa. Skip, sum sigla har á leiðini, kunnu nú heinta sápu úr Føroyum beinleiðis á goymsluni í ROTTERDAM! Vit eru sera errin av, at KEMILUX, sum føroyskur sápuframleiðari, nú kunnu veita okkara kundum tænastu - eisini…
KEMILUX tekur umhvørvið í størsta álvara, og er hetta ein náttúrligur partur av okkara virksemi. Sum fyritøka, hava vit ábyrgd, og tískil er KEMILUX sjálvandi við til at stuðla tiltakinum RUDDA FØROYAR.
Vit hava fleiri mannagongdir, sum taka serligt atlit til umhvørvið og vit taka væl ímótið einum …




