| Vørunr. | Vørunavn | Eind | Mynd | Goymsla | Prísur u/MVG |
|---|
Kemilux hevur undirskrivað eina nýggja avtalu við Royal Greenland - ein av størstu fyritøkunum innan fiskivinnu og matvøruframleiðslu í Norðuratlantshavinum.
Við hesi avtaluni verður Kemilux ein partur av innkeypsskipanini hjá Royal Greenland, soleiðis, at skip og framleiðslueindir hjá teimum fáa beinleiðis atgongd til okkara professionellu reingerðarloysnir.
Hetta er eitt týðandi samstarv fyri Kemilux og ein ásannan av tí dygd, álítandi tænastu og vinnuligu vitan, sum vit hava bygt upp gjøgnum nógv ár. Í krevjandi arbeiðsumhvørvum sum fiskiskipum og matvøruframleiðslu er reinføri avgerandi fyri bæði trygd, góðsku og rakstur.
Royal Greenland er kent fyri høgt góðskustøði og stór krøv til sínar loysnir, og tí eru vit errin av at kunna vera við til at stuðla hesum arbeiði við okkara vørum og serkunnleika.
Samstarvið byggir á eina felags fatan av týdninginum av góðum samstarvi og langtíðar loysnum innan vinnuna.
Vit vilja eisini takka Jesper Mark Henriksen, strategiskur innkeypari hjá Royal Greenland, fyri gott samskifti og samstarv gjøgnum gongdina.
Vit gleða okkum til eitt spennandi samstarv framyvir!
Mynd: Vinstru - Jesper Mark Henriksen, strategiskur innkeypari hjá Royal Greenland, høgru - Benjamin Deveci, sølu og marknaðarleiðari hjá Kemilux
