Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Goymsla Prísur u/MVG


NÝGGJ UPPSKRIFT

Vit hava framleitt vaska hendur í nýggjari og mildari uppskrift. Eisini hava vit fingið tveir nýggjar og frískligar angar, eisini sum áfylling.

Vaska hendur - Morgunró

Hondsápan er uppkallað eftir tveimum av best umtóktu sangunum hjá tónaskaldinum, Martin Joensen. Sangirnir eru "morgun" og "ró". 

Kemilux hevur gjørt ymsar spurnarkanningar, fyri at finna fram til ein nýggjan anga. Tá vit skuldu finna navn til hondsápurnar, vildu vit fegin at tað skuldi vera okkurt føroyskt eyðkenni, samstundis sum tað skuldi vera ein róligt og milt navn. Um somu tíð skuldi góðskuleiðari, Jóhanna Zachariassen fara frá fyri aldur, sum hevur starvast hjá Kemilux í 20 ár, og er kona Martin Joensen. Harumframt hevði Martin rundan føðingardag, tí var avgjørt at heiðra Martin við uppkalling.

Hondsápan hevur ein frískligan anga av jasmin og bjørk. 

Vaska hendur - Blómugarður

Hin angin, sum okkara kundar dámdu so væl, var ein frískligur angi av tropiskari frukt, og tað navnið sum hóskaði so sera væl og til hesa vártíð, var Blómugarður. 

Vit vóna, at tit taka væl ímóti hesum nýggju vørunum frá Kemilux. Vøran kann keypast sum hondsápa í 400 ml og sum áfylling í 1 l. og 5 l. dunki.