| Vørunr. | Vørunavn | Eind | Mynd | Goymsla | Prísur u/MVG |
|---|
Kemilux skipar í september fyri Reinførismessu á Hjalla, har fyritøkur og stovnar fáa høvi at hitta fleiri av okkara veitarum og fáa innlit í nýggjastu loysnirnar innan professionelt reinføri.
Messan verður hildin 3. og 4. september 2026 kl. 09.00–16.00 á Hjalla 14, 188 Hoyvík.
Fakligur íblástur og nýggjar loysnir
Á messuni verður høvi at hitta serfrøðingar og umboð fyri fleiri av okkara veitarum, sum fara at vísa fram vørur, útgerð og loysnir til vinnuna.
Á messuni fáa vitjandi høvi at:
- Hitta okkara veitarar
- Síggja nýggjar vørur og loysnir innan professionelt reinføri
- Fáa fakliga ráðgeving frá serfrøðingum
- Fáa íblástur til betri reinføri, matvørutrygd, búna og pakkitilfar
- Fáa okkurt gott at eta og drekka
Messan er serliga ætlað fyritøkum og stovnum, sum ynskja at halda seg dagførd um nýggjastu vørurnar, útgerðina og arbeiðshættirnar innan professionelt reinføri.
Set kross í kalendaran
Vit gleða okkum at bjóða okkara kundum og samstarvspørtum vælkomnum og vóna, at nógv leggja leiðina framvið teir tveir dagarnar við fakligum íblástri, góðum samrøðum og nýggjari vitan.
📅 3.–4. september 2026
🕘 Kl. 09.00–16.00
📍 Kemilux, Hjalla 14, 188 Hoyvík
Nærri kunning um skrá og veitarar verður kunngjørd seinni.
