Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Goymsla Prísur u/MVG

Dátuverndarkunning

 

 

Seinast dagførd: 23-10-2024

Kemilux er sápuframleiðari, og somuleiðis veitari av reingerðar og trygdarútgerð, arbeiðsklæðum og pakningi. Viðskifta og veitaraskarin er tí sera breiður og stórur við tað, at hann fevnir um tað vanliga húsarhaldið, stovnar og virkir. Fyri at kunna veita eina so góða tænastu og veitingar sum til ber, hevur Kemilux tørv á at halda samband við viðskiftafólkið, veitarar og aðrar samstarvsfelagar. Tað er tí neyðugt at savna og viðgerða møguligar persónsupplýsingar við samtykki.

Niðanfyri fært tú kunning um, hvussu Kemilux viðger persónsupplýsingar um teg, og hvørji rættindi tú hevur.

 

Stutt kunning:

Hvat er ein persónsupplýsing?

Ein persónsupplýsing er ein og hvør upplýsing og meting, sum er knýtt ella kann knýtast at einum ávísum likamligum persóni. Tað kann vera talan um faktuellar upplýsingar (sum navn, bústað, aldur, starv, inntøku og útbúgving), ein samanseting av slíkum upplýsingum, ella metingar knýttar at einum likamligum persóni. Persónsupplýsingar kunnu eisini verða knýttar at eini fyritøku, um talan er um einstaklingavirki ella partaeigarar í eini fyritøku.

Hvat er at viðgerða persónsupplýsingar?

At viðgera persónsupplýsingar, er at nýta persónsupplýsingarnar. Viðgerð av persónsupplýsingum kann vera at savna,  at skráseta, at goyma,  at lata víðari, at avhenda o.a. ella ein sameining av hesum, líkamikið um sameiningin er sjálvvirkandi ella ikki. Øll nýtsla av persónsupplýsingum kallast viðgerð. Av tí at Kemilux viðger persónsupplýsingar, er Kemilux dátuábyrgdari. Hetta merkir, at Kemilux hevur ábyrgd og skyldur sambært dátuverndarlógini av teimum persónsupplýsingum, sum Kemilux hevur savnað inn.

Hvat er samtykki?

Viðgerð fer ofta fram grundað á samtykki frá tí, sum persónupplýsingarnar snúgva seg um, t.e. tann skrásetti. Tann skrásetti kann geva sítt samtykki til viðgerð av persónsupplýsingum, til eitt ella fleiri nágreinað endamál. Tað er ikki ein treyt, at samtykkið er skrivligt. Tann skrásetti hevur til eina og hvørja tíð, rætt til at taka sítt samtykki aftur. 

 

Ábyrgd

Kemilux hevur sum dátuábyrgdari, ábyrgd av persónsupplýsingum hjá viðskiftafólkunum, starvsfólkunum á Kemilux, samstarvsfeløgum og veitarum í samband við virksemið og tænasturnar. Tí er tað ábyrgdin hjá Kemilux at fylgja dátuverdarlógini §8 um lógliga viðgerð av persónsupplýsingum, somuleiðis  við støði í sáttmála, starvsfólkini hava við Kemilux, ið er tann ábyrgdarliga tagnarskylda í borgarligu revsilógini, sum er  tann kunnleiki starvsfólkini fáa í sínum starvi, sum eisini er galdandi eftir, at starvssetanin er hildin uppat.   

 

Viðgerð av persónsupplýsingum

Viðskiftafólk, veitari og samstarvsfelagi

Um teg sum viðskiftafólk, skráseta og goyma vit persónsupplýsingar, sum eru neyðugar fyri, at vit kunnu veita eina góða tænastu, og halda tær skyldur vit hava til hvør annan.

Hesar upplýsingar kunnu til dømis vera navn, bústaður, teldubústaður, telefonnummar, veitingarstað og gjaldsupplýsingar.

Sama er galdandi fyri veitarar og aðrar samstarvsfelagar.

 

Umsøkjarar

Í sambandi við starvsumsóknir, viðger Kemilux persónsupplýsingar grundað á samtykki, tó hevur Kemilux greiðar mannagongdir, hvussu farast skal fram, við støði í heimild fyri viðgerð.

 

Starvsfólk

Um teg sum starvsfólk viðger Kemilux persónsupplýsingar eftir galdandi lóggávu og í samsvari við sáttmála við Kemilux. Av upplýsingum, viðger Kemilux navn, bústað, telefonnummar, teldubústað, p-tal og kontonummar.

 

Víðarigeving av persónsupplýsingum

Í ávísum førum letur Kemilux tínar persónsupplýsingar til samstarvsfelagar ella veitarar, sum til dømis við flutningi av bíløgdum vørum. Í hesum sambandi kann navn, adressa, kontaktpersónur, teldubústaður og telefonnummar verða latnar flutningsveitaranum. Hetta kemur eisini fyri í samband við til dømis innkrevjan og inngjøld, umvegis tekniskar innkrevjingar- og bankaskipanir. Somuleiðis tá tað er álagt Kemilux, kunnu persónsupplýsingar verða sendir til annan myndugleika ella triðjapersón og útland, tað eru tá bert neyðugir upplýsingar, sum verða givnir víðari.

 

Striking av persónsupplýsingum

Grundreglan á Kemilux er, at læsa persónsupplýsingar, tá endamálið við viðgerðini er uppfylt, tó við støði í til dømis roknskaparlógini. 

Starvsfólkaumsóknir verða strikaðar beint eftir starvssetan, uttan so at Kemilux hevur gjørt munnliga ella skrivliga avtalu við umsøkjara, at hava umsóknina liggjandi eitt ávíst tíðarskeið.  

Starvsfólk ið fara úr starvi, verða læst í lønarskipanini, eftir síðstu lønarflyting.

 

Hvussu verja vit tínar persónsupplýsingar

Kemilux nýtir ymsar tænastur og KT-veitarar sum partar av tí dagliga virkseminum. Hetta umfatar til dømis umsiting og hýsing av KT-skipanum til egna fyrisiting, heimasíðuloysn og nethandil. Tá uttanhýsis KT-veitarar viðgera persónsupplýsingar vegna Kemilux, har Kemilux hevur ábyrgd av upplýsingunum, tryggjar Kemilux sær, at neyðugar avtalur eru gjørdar við KT-veitara, sum tryggjar eina nøktandi dátuvernd. 

 

Brúk av farspori (cookies)

Heimasíðan hjá Kemilux nýtir farspor, til tess at betra um tænastuna á síðuni. Brúk av farspori verður heimilað í ítøkiligum samtykki frá tí vitjandi, sum altíð kann takast aftur.

 

Rættindi hjá skrásetta

Sambært dátuverndarlógini kapittul 4 hevur skrásetti hesi rættindi:

  • Rætt til kunning §§ 23-25
  • Rætt til innlit § 26
  • Rætt til rætting § 27
  • Rætt til striking § 28
  • Rætt til viðgerðaravmarking §29
  • Rætt til dátuflutning § 31
  • Rætt til mótmæli § 32-34
  • Rætt til ikki at vera fyri avgerðum, sum eru grundaðar á automatiska viðgerð

 

Samskiftisupplýsingar

Um tú vilt gera eini ella fleiri av tínum rættindum galdandi, kanst tú venda tær til Kemilux á kemilux@kemilux.fo, og heitið á teldupostinum skal vera “att. dátuvernd” ella ringja 66 20 00.

 

Klaga til Dátueftirlitið

Tann skrásetti hevur eisini sambært § 76 í dátuverdarlógini, rættin at klaga til Dátueftirlitið, um mett verður, at viðgerð av persónsupplýsingum, ið viðvíkjur tær, ikki eru í samsvar við dátuverndarlógina. Hetta við at venda tær til dat@dat.fo ella telefon 30 91 00. Skrivstovan er opin gerandisdagar millum 09.00 og 15.00.