Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Goymsla Prísur v/MVG
Kemilux hevur fingið grøna viðurkenning

 

Kemilux er fyrsti og einasti sápuframleiðari í Føroyum, ið hevur fingið sínar vørur Svanamerktar og merktar við Astma Allergi Nordic.

Vit kunnu tí hátíðarhalda okkara 55 ár í vinnuni við Svana- og Astma-Allergi merkinum á okkara vørum í Rein-røðini. Hesar eru vaska Hendur, vaska Upp & Niður og vaska Upp.

 

Keyp føroyskt

Hjá tær, ið hugsar um umhvørvið, og hjá tær, ið hevur ovurviðkvæmi ella viðkvæmt hold, er tað nú lættari at velja føroyska sápu.
Kemilux hevur gjørt sápu til føroyska húsarhaldið í stívliga 55 ár. Frá byrjan hava vit lagt okkum eftir at nøkta tørvin til reingerð og sóttreinsan.

Vit hava altíð lagt dent á at fylgja bæði føroyskum og altjóða krøvum. Svanamerkingin og Astma og allergi merkingin eru staðfestingar av, at vit eisini taka atlit til umhvørvið og komandi ættarlið.

 

 

Svanamerkið og Astma-Allergi merkið

Endamálið við Svanamerkinum er at minka um umhvørvisligu árinini – frá framleiðslu til nýtslu. Tá tú keypir eina vøru, hevur hon verið á einari langari ferð. Heilt frá at rávørurnar eru fingnar til høldar, til at tú sum keypari stendur við vøruni í hondini.

Tá ein vøra er Svanamerkt, eru øll lið á ferðini undir eftirliti, fyri at tryggja at atlit verða tikin til umhvørvið allan vegin. Hetta er tað sum skilur Svanamerki frá øðrum umhvørvisgóðkenningum.

Tað eru tey smáu tingini í gerandisdegnum, sum gera mun. Og við at keypa Svanamerkta vøru, ert tú við til at gera mun.

Ein vøra merkt við Astma-Allergi merkinum, inniheldur ikki anga ella allergielvandi evni.

 

 

 

Leinki til okkara góðkenningar

https://www.ecolabel.dk/da/virksomheder/licenser/licenshaver?licenshaver=6EAC200D-58CD-E911-80F2-005056A42C78

 

https://www.thebluelabel.eu/kemilex/