Vørunr. | Vørunavn | Eind | Mynd | Goymsla | Prísur v/MVG |
---|


Glasir og aðrir skúlar hava í nógv ár drigið næmingar úr øllum lestrarløgum inn í tað føroyska vinnulívið. Hetta er eitt gott høvi hjá virkjum og fyritøkum at vísa sítt virksemi.
Virkisvitjanir eru ivaleyst framhaldandi væl umtóknar og væl kendar í vinnuni - eisini á KEMILUX.
Seinastu árini hevur Glasir lagt seg eftir at koma við egnum tilfari úr heimamarknaðinum, sum ger uppgávurnar meira veruleikakendar fyri næmingarnar.
Hesaferð var tað KEMILUX, ið var við til at geva næmingunum eina ítøkiliga uppgávu úr húsinum. Uppgávan, ið skuldi loysast, hóskaði til tað tilfarið, ið verður gjøgnumgingið í skúlanum í hesum tíðarskeiði.
Stuðul til námsferð
Flokkurin savnar pening til námsferð, ið verður fyrst í komandi ári. Sum tøkk fyri gott avrik, hevur KEMILUX stuðlað við einari fittari upphædd til námsferðina.