Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Goymsla Prísur v/MVG


Stuðulsavtalan við RSF heldur fram

Róðrarsamband Føroya ger eitt stórt arbeiði um allar Føroyar og sigast kann, at okkara tjóðarítrótt er í góðum sjógvi.
Í alt hava 119 manningar teknað seg til FM róðrarnar í ár og er hetta met. Eldsálir í nevndini hjá Róðrarsambandi Føroya, eins og í feløgunum runt um alt landið hava megnað at skapt hendan stóra áhugan fyri kappróðrinum aftur og serliga síggja vit hetta aftur í barnaróðrinum, sum er serliga væl mannaður í ár.
Kemilux og RSF halda áfram við góða samstarvinum
Samstarvið riggar avbera væl, og fegnast vit um, at vera partur av at skapa karmarnar um kappróðurin og viðlíkahald av útgerðini, ið verður brúkt til stevnurnar kring landið.
Vit ynskja øllum róðrarfeløgum og íðkarum bestu eydnu hetta komandi kappingarárið.