Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Goymsla Prísur v/MVG


Nøgdsemiskanning 2023

Allan septembur mánaða í 2023, hava vit havt eina nøgdsemiskanning úti á facebook. Nøgdsemiskanningin fevndi um ymiskar spurningar viðvíkjandi vaska hendur og vaska vesireins. Vit hava fingið fleiri góð svør, sum vit nú fara undir at kanna nærri. Øll sum hava svarað kanningin, vóru samstundis við í lutakastinum, um eitt gávubræv frá Atlantic Airways virði 3.000 kr. Undirtøkan var sera góð. 

Vinnarin gjørdist Jóhanna Sofía Petersen. Vit hittust á Hjalla 14, har sum handilin hjá Kemilux heldur til. Hon var ovurfegin og gleðir seg at fara at ferðast. Vit ynskja henni hjartaliga tillukku við vinninginum.