Vørunr. | Vørunavn | Eind | Mynd | Goymsla | Prísur v/MVG |
---|

Kemilux og Róðrarsamband Føroya hava í dag undirskrivað nýggja samstarvsavtalu, sum skal vera við til framhaldandi at menna tjóðarítróttina, komandi trý árini.
Róðrarsamband Føroya er partur av Ítróttarsambandi Føroya, og virkar fyri øllum kapp- og inniróðri í Føroyum. Føroyska landsliðið í inniróðri skal í januar og februar kappast uttanlands í DM í Gladsaxe, EM í París og HM í Toronto.
Á sumri skapa fyrireikarar, dómarar og umboð hjá RSF karmarnar til ódnartøk og FM-stevnuróðrar kring allar Føroyar. Harumframt samstarvar RSF við ÍSF um luttøku í inniróðri í Skúlaleikum.
“Dirvi, áhaldni og samanhald lýsa kappróðrarandan væl, og hetta eru góðir eginleikar, sum eru við til at menna ítróttin og okkara samfelag. Kappróðurin skal halda fram, og tískil eru vit sera glað fyri at fáa Kemilux sum høvuðsstuðul, soleiðis at arbeiðið at menna kappróðurin kann halda áfram”, sigur Annika Dalsgarð, forkvinna í RSF.
“Hjá Kemilux eru vit sera fegin um at halda áfram sum høvuðsstuðul hjá tjóðarítróttini, og vit vóna at okkara íkast kann vera við til skapa góðar og tryggar upplivingar, bæði hjá íðkarum og áskoðarum. Sigast má, at kappróðurin gevur sítt íkast til summarið, og gevur stevnunum runt allar Føroyar sína sjarmu” sigur Linda Guttesen, marknaðarleiðari í Kemilux.


