Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Goymsla Prísur v/MVG


Hans Marius útlærdur

Í dag er Hans Marius útlærdur sum logistikkatstøðingur. Hjartaliga tillukku við útbúgvingini.

Hans Marius hevur seinastu tvey árini verið í læru á goymsluni hjá Kemilux og havt sína skúlagongd nakrar vikur í Danmark.
Títt íkast á goymsluni kemur veruliga okkara kundum og Kemilux til góðar. Tú leggur orku í títt arbeiðið og vil veita kundum okkara bestu tænastu.

Vit fegnast um, at Hans Marius velur at halda fram á goymsluni hjá Kemilux.