Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Goymsla Prísur v/MVG


DanFish 2021

Tað er altíð ein fragd at vera við til DanFish. Í fjør varð stevnan av ongum, men í ár er hon aftur fullsett av spennandi fyritøkum, ið nýta høvið at vísa sínar dygdir.

Eisini vit vilja vísa okkara dygdir. Hetta gera vit saman við okkara umboði í Danmark, Skovbo-Ren, sum hevur sæti í Hjørring.

Stevnan er eitt gott høvi, at hitta fleiri av kundum okkara í Danmark til eitt meira ella minni formelt prát. Eisini nýta vit høvið at hitta nýggjar, forvitnisligar kundar.

Okkara reingerðarevni eru væl dámd og kend í danska fiski- og oljuvinnuflotanum.