Vørunr. | Vørunavn | Eind | Mynd | Goymsla | Prísur v/MVG |
---|

Kemilux og Runavíkar Kommuna hava í dag skrivað undir trý ára sáttmála. Talan er um ein sáttmála sum inniber veiting av sápu og reingerðartilfari til Runavíkar Kommunu, sum Kemilux skal veita hesi komandi trý árini.
Runavíkar Kommuna fevnir um dagstovnar, dagrøkt, skúlar, ítróttarhøll, skrivstovu, verkstað og vatnverk í Runavíkar Kommunu.
Á myndini síggja vit Alex Mellemgaard, sølufólk í Kemilux og Torbjørn Jacobsen, borgarstjóra í Runavíkar Kommunu. Vit í Kemilux eru sera fegin og gleða okkum til samstarvið.

Avtalan verður undirskrivað av Torbjørn Jacobsen, borgarstjóra í Runavíkar Kommunu.