Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Goymsla Prísur v/MVG
Kappróður 2020

Ein vinnari verður funnin til hvørja stevnu

KEMILUX burturlutar eitt gávukort uppá 1.000 kr frá KEMILUX handlinum á Hjalla. Øll atgongumerkini, sum verða seld til stevnurnar, eru við í lutakastinum.

Lutakast verður hvønn týsdag eftir stevnurnar, og verður vinnaraseðilin kunngjørdur her á heimasíðuni og á okkara Facebookvanga. Vinnarin heintar vinningin, ella ger vart við seg í seinasta lagi 1. september í 2020.

 

 6.  juni - Norðoyarstevna - N/A

13. juni - Eystanstevnan - Vinnarin gjørdist seðil nummar 13.313

20. juni - Jóansøka (Vágur) - Vinnarin gjørdist seðil nummar 14.664

27. juni - Sundalagsstevna (Hósvík) - Vinnarin gjørdist seðil nummar 15.627

11. juli - Fjarðastevna (Vestmanna) - Vinnarin gjørdist seðil nummar 16.345

18. juli - Vestanstevna (Miðvágur) - Vinnarin gjørdist seðil nummar 17.857

28. juli - Ólavsøka (Tórshavn) - Vinnarin gjørdist seðil nummar 29.004

 

KEMILUX stuðlar tjóðarítróttini

Frá 2020 og trý ár fram stuðla vit Róðrarsamband Føroya og vera sostatt við til at mynda kappróðurin. Felagsnevnarin fyri Róðrarsamband Føroya og KEMILUX er at vit umboða allar Føroyar, uttan mun til um vit eru í Føroyum ella uttanlands.

Vit síggja fram til eitt gott samstarv, har vit kunnu leggja lunnar undir kappróðurin og tryggja, at Róðrarsamband Føroya fær røttu karmarnar at virka undir.