Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Goymsla Prísur v/MVG


Ólavur Sílá, 20 ára starvsdag á Kemilux

Í 20 ár hevur Ólavur verið partur framleiðslutoyminum hjá Kemilux úti á Mykinesgøtu. Framleiðslan sum er býtt í tvey, har ein partur umfatar framleiðslu av dunkum og hin parturin umfatar framleiðsluna av reingerðar- og sóttreinsanarevnum. Tað er hesum seinna, ið Ólavur hevur virkað mest undir, har hann millum annað tekur sær av blandingini av sjálvum sápunum og sóttreinsanarvørunum.

Og júst hesar blandingarnar vóru bornar fram undir taluni, sum stjóri, Debes Petersen helt hendan dagin fyri Ólavi, um at; “um sósin heima við hús var eins væl blandað, sum blnadingarnar hjá Kemilux, so var hann einastandandi kokkur, tí sápan er altíð væl eydnað.”

 

Og sigast skal, at Ólavur hevur verið ein trúgvur starvsfelagið í framleiðsluni og dámar honum væl at siga sína hjartans meining og eisini at skemta, tá høvi er til tess.

 

Debes bar eina samlaða heilsu frá øllum starvsfólkunum hjá Kemilux á Mykinesgøtu og á Hjalla og at ynskja tær hjartaliga til lukku við degnum við eini hjartans tøkk fyri títt arbeiði á Kemilux.