Vørunr. | Vørunavn | Eind | Mynd | Goymsla | Prísur v/MVG |
---|

Yvir 50 lond runt allan heimin heiðra World Ecolabel Day, sum er annan týsdag í oktober, á hvørjum árið. Hetta er dagurin, ið vit leggja dent á allar tær vørur, ið eru til gagns fyri okkara heilsu og umhvørvið rundan um okkum.
Í 2020 var KEMILUX sett á heimskortið í samband við Svanamerkið og Astma & Allergi.
Standardir skapa álit
At vit, sum framleiðslufyritøka arbeiða málrættað fram móti hesum standardum, gevur okkum eitt grundarlag at standa á. Og at hava eina røð av umhvørvis- og ovurviðkvæmismerktum vørum skapar eitt álit millum okkum og brúkaran.
Hóast vit hava ein lutfalsliga lítlan markna í Føroyum, er neyðugt hjá okkum, bæði at varveita og byggja tað álit, sum krevst hjá okkum, fyri at veksa um heimamarknaðin. Og sigast kann, at kappingin er stór, hóast støddina á marknaðinum.
Vónrík framtíð
KEMILUX hevur góð 56 ár á baki og ígjøgnum tíðina hevur fyritøkan megnað at loyst nógvar ymiskar vaskiuppgávur við teimum vørum, sum eru framleiddar hesi árini. Hyggja vit aftur á tíðina, so er tað brúkarin, í hevur havt ein tørv, sum vit hava vilja rokkið. Og hetta er sama tilgongd, ið vit arbeiða við enn tann dag í dag. Tó er hugsunarhátturin nógv broyttur, bæði hjá brúkaranum og hjá okkum, sum arbeiða á KEMILUX, tí tilvitanin um hvørvið og hvat vit vilja hava á fingrarnar er nógv størri í dag.
Nú er tíðin komin til at endurnýggja framleiðsluna, og nýtt anlegg er bílagt, ið gevur okkum nýggjar møguleikar og effektivari framleiðslu.