Vørunr. | Vørunavn | Eind | Mynd | Goymsla | Prísur v/MVG |
---|

Jóhanna Zachariassen hevur 20 ára starvsdag í Kemilux. Takk fyri øll hesi góðu og trúføstu árini. Vit í Kemilux eru sera errin av tær og tínum framúrskarandi arbeiði.

Á myndini síggja vit Niels Juul Arge, stjóri í SSL og Debes Petersen, stjóri í Kemilux, sum júst hava undirskrivað ein nýggjan tvey ára sáttmála um keyp av arbeiðsklæðum og verndarútgerð. Vit í Kemilux eru fegin um at halda fram við góða samstarvinum.

Kemilux keypir meirilutan av Maskinhandilin Sp/f í Saltangará
Maskinhandilin, sum Skálafjarðar Málingahandil Sp/f við Hilmari Nielsen saman við Niels Jacob Nielsen og Petur Olaf Rasmussen higartil hava átt, hava í dag gjørt avtalu við Kemilux P/F.
Avtalan merkir, at Kemilux P/F í dag er vorð…

Í dag er Hans Marius útlærdur sum logistikkatstøðingur. Hjartaliga tillukku við útbúgvingini.
Hans Marius hevur seinastu tvey árini verið í læru á goymsluni hjá Kemilux og havt sína skúlagongd nakrar vikur í Danmark.
Títt íkast á goymsluni kemur veruliga okkara kundum og Kemilux til góðar. Tú leggur…

Kemilux og Róðrarsamband Føroya hava í dag undirskrivað nýggja samstarvsavtalu, sum skal vera við til framhaldandi at menna tjóðarítróttina, komandi trý árini.
Róðrarsamband Føroya er partur av Ítróttarsambandi Føroya, og virkar fyri øllum kapp- og inniróðri í Føroyum. Føroyska landsliðið í inniróð…

Mark Lang, sum hevur lært í handlinum hjá KEMILUX er útlærdur. Hjartaliga til lukku við útbúgvingini.
Vit takka fyri eitt gott samstarv og ynskja honum alt tað besta í framtíðini.

KEMILUX kemur at veita allar non-food vørur til Økistænastuna Roðin í Runavíkar kommunu komandi trý árini.
Vit fegnast um tað nýggja samstarvið, ið er komið í lag.

Durita Weihe, sum hevur lært í handlinum hjá KEMILUX er útlærd. Hjartaliga til lukku við útbúgvingini.
Durita heldur fram at arbeiða í handlinum og hetta fegnast vit um.

Glasir og aðrir skúlar hava í nógv ár drigið næmingar úr øllum lestrarløgum inn í tað føroyska vinnulívið. Hetta er eitt gott høvi hjá virkjum og fyritøkum at vísa sítt virksemi.
Virkisvitjanir eru ivaleyst framhaldandi væl umtóknar og væl kendar í vinnuni - eisini á KEMILUX.
Seinastu árini hevur …

Yvir 50 lond runt allan heimin heiðra World Ecolabel Day, sum er annan týsdag í oktober, á hvørjum árið. Hetta er dagurin, ið vit leggja dent á allar tær vørur, ið eru til gagns fyri okkara heilsu og umhvørvið rundan um okkum.
Í 2020 var KEMILUX sett á heimskortið í samband við Svanamerkið og Astma…

Tað er altíð ein fragd at vera við til DanFish. Í fjør varð stevnan av ongum, men í ár er hon aftur fullsett av spennandi fyritøkum, ið nýta høvið at vísa sínar dygdir.
Eisini vit vilja vísa okkara dygdir. Hetta gera vit saman við okkara umboði í Danmark, Skovbo-Ren, sum hevur sæti í Hjørring.
Ste…
Kemilux er fyrsti og einasti sápuframleiðari í Føroyum, ið hevur fingið sínar vørur Svanamerktar og merktar við Astma Allergi Nordic.
Vit kunnu tí hátíðarhalda okkara 55 ár í vinnuni við Svana- og Astma-Allergi merkinum á okkara vørum í Rein-røðini. Hesar eru vaska Hendur, vaska Upp & Niðu…

Í 20 ár hevur Ólavur verið partur framleiðslutoyminum hjá Kemilux úti á Mykinesgøtu. Framleiðslan sum er býtt í tvey, har ein partur umfatar framleiðslu av dunkum og hin parturin umfatar framleiðsluna av reingerðar- og sóttreinsanarevnum. Tað er hesum seinna, ið Ólavur hevur virkað mest undir, har h…
Ein vinnari verður funnin til hvørja stevnu
KEMILUX burturlutar eitt gávukort uppá 1.000 kr frá KEMILUX handlinum á Hjalla. Øll atgongumerkini, sum verða seld til stevnurnar, eru við í lutakastinum.
Lutakast verður hvønn týsdag eftir stevnurnar, og verður vinnaraseðilin kunngjørdur her á heimasí…

Á heysti í fjør bjóðaði SSL veitingina av arbeiðsklæðum út. Kemilux var við í útbjóðingini og út frá eini heildarmeting av prísi, góðsku og tænastu metti SSL at Kemilux hevði besta boðið.
Vit síggja fram til samstarvið komandi 3 árini, siga Debes Petersen og Hilmar Eliasen, stjóri á Strandfaraski…

Við hesum vilja Apoteksverkið og KEMILUX staðiliga heita á allar føroyingar, um at nýta vanligt skynsemi, tá hugsað verður um reinføri; Brúka ikki hondspritt í staðin fyri hondsápu og at vaska hendur.
Vit skulu ikki undirmeta dygdina at vaska hendur. Nógvir føroyingar eru sendir til hús at arbeiða,…

Sápa frá KEMILUX verður nú eisini at fáa í Írlandi
Nýggja umboðið eitur Mooney Boats Ltd, og er í Írlandi. Vit hava hitt okkara nýggja umboð, Barry O'hara, á fiskarímessuni í Aalborg.
Fyrstu plattarnir av føroyskari sápu eru longu á veg til Írlands.

Rói Heðinsson Olsen, sum hevur verið lærlingur hjá okkum seinastu 2 árini er nú útlærdur, sum goymslumaður.
Tillukku Rói

KANSAS er ein av førandi og stórstu veitarunum, av arbeiðsklæðum. KANSAS hevur eitt stórt og breitt úrval av arbeiðsklæðum, bæði til menn og kvinnur og kunnu vit bíleggja allar vørur, sum eru á heimasíðuni www.kansasworkwear.com

KEMILUX luttók á ársins Atlantic Fair. Umboð frá fleiri av okkara kjarnu levrandørum vóru við á messuni.
Vit gleða okkum at luttaka á enn eini messu hjá Atlantic Fair.

Regnjakkar úr burðardyggum tilfari. Jakkarnir eru framleiddir úr endurnýtsluplasti, endurnýtslupolyester og PET fløskum!
Jakkarnir eru at fáa í trimum litum, og eru bæði til kvinnur og menn.
Litir:
Grønt, svart og gult.
Prísur:
Pure Ocean Women: 599,-
Pure Ocean Men: 499,-

Trý ára avtala við Tórshavnar Kommunu er undirskrivað! KEMILUX vann útboðið at veita reingerðarútgerð til Heilsu- og Umsorganartænastuna. Í gjár varð avtalan undirskrivað og vit fegnast um avtaluna. Vit eru sera errin av, at vit skulu veita reingerðarútgerð til enn eitt økið hjá Tórshavnar Kommunu.

Hetta merkir at sápa frá KEMILUX er á goymslu í miðdeplinum hjá shippingvinnuni í Europa. Skip, sum sigla har á leiðini, kunnu nú heinta sápu úr Føroyum beinleiðis á goymsluni í ROTTERDAM! Vit eru sera errin av, at KEMILUX, sum føroyskur sápuframleiðari, nú kunnu veita okkara kundum tænastu - eisini…

KEMILUX tekur umhvørvið í størsta álvara, og er hetta ein náttúrligur partur av okkara virksemi. Sum fyritøka, hava vit ábyrgd, og tískil er KEMILUX sjálvandi við til at stuðla tiltakinum RUDDA FØROYAR.
Vit hava fleiri mannagongdir, sum taka serligt atlit til umhvørvið og vit taka væl ímótið einum …