Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Goymsla Prísur v/MVG

Goymslulærlingur

Tímur tú í læru innan goymslu ? Ert tú fyrikomandi og hjálpsom/-samur ? So vilja vit fegin frætta frá tær.

Vit leggja dent á, at hava tað stuttligt til arbeiðis og fara væl við hvørjum øðrum, tí vit ásanna at trivnaður og effektivitetur ganga hond í hond.

Sum goymslulærlingur fært tú ábyrgd av at pakka ordrar til kundan, halda goymsluna ruddiliga og lærir at samskipa arbeiðið á goymsluni við inn- og útgangandi vørum.

Um teg

Tú ert arbeiðssom/-samur, røkin og álítandi. Tú ert forvitin av lyndi og dámar væl at arbeiða við fleiri bóltum í luftini. Tú arbeiðir sjálvstøðugt líka væl sum saman við øðrum. Tú hevur eina FHS ella aðra miðnámsútbúgving.

Lærupláss

Sum goymslulærlingur fært tú holla vitan innan goymslu, og týdningin av at goymslan er væl rikin. Tú lærir hvussu víðari søla av vørum kann gerast, so at tú gevur fyritøkuni vinning. Í lærutíðini skiftir tú millum skúlagongd, og at starvast á goymsluni. Skúlagongdin, sum hoyrir til útbúgvingina er í Danmark, og talan er um 8 vikur býtt upp í styttri tíðarskeið. Nær skúlaskeiðini liggja heilt neyvt, fæst at vita, tá lærlingurin er tilmeldað/ur danska skúlan.

Lærutíðin er áleið 2 ár og eftir lokna útbúgving fært tú eitt lærubræv.

Arbeiðsstaðurin er á Hjalla 14, Hoyvík og talan er um arbeiði fulla tíð. Løn sambært avtalu.

Vilt tú vita meira ?

Set teg í samband við Gert Haraldsen, goymsluleiðara á tlf. +298 210936.

Umsókn við lívsrensli (CV) og viðkomandi skjølum kann sendast til gert@kemilux.com innan hósdagin 1. desember 2022. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Um Kemilux

Kemilux er ein lokal fyritøka við kundum um allan heim, og er skrásett hjá ACHILLES og er ISO 9001:2015 góðkend.

Felagið hevur røtur heilt aftur til 1965 og hevur verið virkin partur í føroyska húsarhaldinum og føroysku vinnuni líka síðan. Reingerðarvørurnar eru kendar í Føroyum og úti í heimi, og fyritøkan arbeiðir støðugt við at menna vørur og tænastur, sum skara framúr í góðsku og nýtslu. Kemilux selur eisini reingerðarútgerð, trygdarútgerð og arbeiðsklæðir. Á Kemilux starvast um 30 fólk, og felagið húsast í tveimum stórum bygningum í Havn.