Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Goymsla Prísur u/MVG

Umsókn um stuðul

Umsókn um stuðul

Vit viðgera fegin umsókn um stuðul til eitt nú felagsskapir, ítróttarfeløg ella tiltøk, sum hóska til okkara virðisgrundarlag. 

Umsóknin skal vera skrivlig og skal innihalda:

  • Stutt um tiltakið/felagið, søkt verður til
  • Hvat er endamálið við at fáa stuðul
  • Hvør er upphæddin, søkt verður um
  • Hvønn ágóða fær Kemilux at stuðla í mun til sjónligheit
  • Eru aðrir stuðlar 

Umsóknir mugu vera okkum í hendi í seinasta lagi 14 dagar innan tiltakið, annars verða tær ikki viðgjørdar.

 

Send umsóknina til studul@kemilux.fo

Vit lata ikki fíggjarligan stuðul til útgávur, gransking, rakstur ella uttanlandsferðir.

í løtuni eru vit høvuðsstuðul hjá Róðrarsambandi Føroya og stórstuðul hjá Hondbóltssambandi Føroya. Harumframt stuðla vit ymiskum ítróttafeløgum kring allar Føroyar.