Vørunr. | Vørunavn | Eind | Mynd | Goymsla | Prísur v/MVG |
---|
S-2 EXTRA
Sera høg krøv verða sett til reingerð innan matvøru-framleiðslu. Umframt krøvini um kontroll við bakteriuvøkstri skal hjáveran av kemikaliurestum eftir reingerð vera minst møgulig. Við hesum í huga hevur KEMILUX víðariment vælroynda reingerðarevnið S-1 EXTRA til trygga nýtslu í matvøruframleiðsluni.
Somu framúrskarandi eginleikarnir eru varveittir og víðarimentir, so teir samsvara við støðugt hækkandi krøvini innan matvøruídnaðin.
S-2 EXTRA kann nýtast til sera krevjandi reingerð í húsarhaldum, í báti, á skipum, í úthúsum, stórkøkum og í virkishølum. Tekur skjótt og væl burtur olju, feitt, protein, sót, aðra óreinsku. Kann nýtast til málaðar og lakeraðar flatur, plast, físar og betong. S-2 EXTRA inniheldur ikki lit og anga.
Vørulýsing: S-2 EXTRA er til sera krevjandi reingerð og er uttan lit og anga
Eginleiki: Tekur skjótt og væl burtur olju, feitt, protein, sót, aðra óreinsku.
Kann nýtast til málaðar og lakeraðar flatur, plast, físar og betong. S-2 EXTRA inniheldur ikki lit og anga.
Nýtsla: Blanda ein part av S-2 EXTRA til 10-20L av vatni, alt eftir umstøðunum.
Vaska væl við svampi ella bust. Má ikki torna á vaskiflatuni. Turka eftir við reinum vatni.
Brúka handskar.
Goymsla: Goymið altíð sápuna í uppruna dunkinum. Goymið fyri børnum.
Gev gætur: Blandið ongantíð ymiskar sápur saman í somu sápublanding
Góðkenning: Vøran líkur tey almennu reingerðarkrøv, sum matvøruídnaðurin er undir. Við ávístu nýtslu og dosering gevur vøran ongar evnisleivdir til matvøru, sum kann vera til skaða fyri fólkaheilsuna.
Umhvørvisvinarligur dunkur: Við brenning stendst bert koldioxid og vatn.
S-2 EXTRA fæst í 1L, 5L, 10L, 20L, 210L og 1000L
