Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Goymsla Prísur v/MVG

Rustvask

Vørulýsing:

Rustvask er egnað til rennirust á málaðum flatum.

Innihald:

Fosforsýra.

Nýtsla:

Ótynt ella tynt við vatni. Sproyta rustvask á økið. Bíða 10-15 min. Skola síðani væl við vatni.

Er flatan illa rustað, kann Rustloysari frá Kemilux viðmælast. Galvaniseraði evni og nylon tola ikki Rustvask.

Goym altíð løgin í uppruna dunkinum, frostfrítt og burturbein fyri børnum. 

Vørulýsing sambart 648/2004/EF:  < 5% Amfotær yvirflatuaktiv evnir, nonionisk yvirflatuaktiv evni. Rustvask fæst í 1L, 5L, 10 L, 20 L, 210 L. og 1000 L.

🌱Umhvørvisvinarligur dunkur:

Tak niður datablað.

Ávaring: 

⚠️Má ikki koma í samband við klorhaldug evni, tí hetta kann elva til eitrandi gass.              

⚠️Kann etsa metal. Evnið er álvarsliga etsandi fyri húð og eygu. Um brúk er fyri læknahjálp, havið ílatið ella etikettina við. Goymið fyri børnum. Nýtið handskar/verndarbrillur/andlitsverju.

⚠️UM EVNIÐ KEMUR Á HÚÐ (ella hár): Fáið dálkað klæði av alt fyri eitt. Skolið húðina við vatni. Ringið straks eftir lækna.

⚠️UM EVNIÐ KEMUR Í EYGUNI: Skolið varliga við vatni í fleiri minuttir. Eru kontaktlinsur í eygunum, takið tær úr, um tað kann gerast lættliga. Haldið fram at skola. Ringið straks til lækna.