Vørunr. | Vørunavn | Eind | Mynd | Goymsla | Prísur v/MVG |
---|
Klorskúm
Klorskúm er serliga framleitt til matvøru- og fiskiídnaðin.
Klorskúm er alkalisk skúmreingerðarevni við klor, sum er framleitt serliga til skúmútgerð. Vaskar og bleikir.
Klorskúm hevur góða bakteriufrøðiligan virknað og bleikir eisini yvirflatuna. Skúmið festir sera væl á yvirflatuna, soleiðis at tíðin at virka verður longd og harvið gerst úrslitið optimalt.
Góðkenning:
Klorskúm líkur tey almennu reingerðarkrøv, sum matvøruídnaðurin er undir. Við ávístu nýtslu og dosering gevur vøran ongar evnisleivdir til matvøru, sum kann vera til skaða fyri fólkaheilsuna.
Kann m.a. viðmælast til:
- Matvøruframleiðslu høli
- Gólv og veggir í framleiðsluhølum
- Maskinir og maskindeilir
- Fiskiskip
- Aðrar framleiðslu fyritøkur
Nýtsla: Tynn uml. 1-5% við vatni. Sproyta á yvirflatuna við skúmútstýr, við bust, sirmara ella svampi.
Virkningstíð: Lat virka í 10-15 min. Skúmið má ikki torna. Skola væl við vatni aftaná.
Goymsla: Væl afturlatin í upprunaligum ílati. Frostfrítt. Brandtrygt. Óatkomiligt fyri
børnum.
Klorskúm fæst í 20 L, 210 L og 1000 L
Eru ivamál ella spurningar, so tosið við serfrøðingarnar á Kemilux.
