Vørunr. | Vørunavn | Eind | Mynd | Goymsla | Prísur v/MVG |
---|
Klor vaskievni
Klor Vaskievni reinsar, bleikir og tekur burtur óreinsku.
Vørulýsing: Klor Vaskievni til reingerð og sóttreinsan
Eginleiki: Klor Vaskievni, reinsar, bleikir og tekur burtur óreinsku.
Nýtsla: 1/2 dl Klor Vaskievni til 1 ltr. av vatni. Turka eftir við reinum vatni.
Goymsla: Goymið altíð sápuna í uppruna dunkinum. Goymið fyri børnum.
Gev gætur: Blandið ongantíð ymiskar sápur saman í somu blanding.
Nýt ikki Klor Vaskievni til silki, ull ella leður, silvur og aluminium.
Blanda ikki við sýru!
Klor ger eitrandi gass saman við sýru. Vandi fyri etjan. Kemur nakað av evninum í eyguni, skola væl við vatni, og far til lækna. Nýt hóskandi verndarbúna/-handskar og verndarbrillur/ andlitsvernd. Hendir vanlukka, ella verður onkur ússaligur av hesum evni, er læknaviðgerð bráðneyðug. Hav navnaseðilin á evninum við, um til ber. Hevur ein fingið evnið niður í seg, skola munnin væl við vatni (bert um persónurin er við vit).
Framleitt eftir ISO 9001 góðskuskipanini.
Umhvørvisvinarligur dunkur: Við brenning stendst bert koldioxid og vatn.
Klor Vaskievni fæst í 1 L
