| Vørunr. | Vørunavn | Eind | Mynd | Goymsla | Prísur u/MVG |
|---|
Grønsápa
Grønsápa hevur verið nýtt til dagliga reingerð í tí føroyska húsarhaldinum í nógv ár. Grønsápa frá Kemilux er ein nútímans flótandi útgáva av tí vælroyndu føstu grønsápuni.
Grønsápa til dagliga reingerð. Sápan er nátúrlig grundað á rapsolju. Hon leggur eina ósjónliga, verjandi hind á vaskaðu flaturnar, sum harvið gerast skitt- og feittskíggjandi.
Grønsápa er góð til:
- Óviðgjørdan við
- Annað tilfar, ið sýgur í seg
- Linoleum
- Klinkur
- Flisar
Nýtsluháttur:
Daglig reingerð: 75 ml til 10 litrar av vatni
Krevjandi reingerð: 125 ml til 10 litrar av vatni.
Turka eftir við reinum vatni.
Goymsla:
Í væl lokaðum upprunadunki, frostfrítt, turt og svalligt í væl útluftaðum rúmi. Goymið fyri børnum.
Innihald:
>30% sápa, Limonene, Linalool, Hexyl cinnamaldehyd, Citronellol, 2-(4-tert-butylbenzyl)-propionaldehyd, Citral.
Grønsápa fæst í 1 L, 5 L og 10 L
Framleitt eftir ISO 9001 góðskuskipanini.
Umhvørvisvinarligur dunkur:
Við brenning stendst bert koldioxid og vatn.
