Vørunr. | Vørunavn | Eind | Mynd | Goymsla | Prísur v/MVG |
---|
Grøn sápa
Grønsápa til dagliga reingerð.
Grønsápa hevur verið nýtt til dagliga reingerð í tí føroyska húsarhaldinum í nógv ár. Grønsápa frá Kemilux er ein nútímans flótandi útgáva av tí vælroyndu føstu grønsápuni.
Grønsápa er góð til:
- Óviðgjørdan við
- Annað tilfar, ið sýgur í seg
- Linoleum
- Klinkur
- Flisar
Vørulýsing: Grønsápa til dagliga reingerð. Grønsápa er okkara náttúrsápa grundað á rapsolju.
Eginleiki: Sápan leggur eina ósjónliga, verjandi hind á vaskaðu flaturnar, sum harvið gerast skitt- og feittskíggjandi.
Nýtsla: Daglig reingerð: 75 ml til 10 litrar av vatni
Krevjandi reingerð: 125 ml til 10 litrar av vatni.
Turka eftir við reinum vatni.Góð ráð: Nýt handskar tá vaska verður.
Goymsla: Goymið altíð sápu í uppruna dunkinum. Goymið fyri børnum.
Gev gætur: Blanda ongantíð ymiskar sápur saman í somu sápublanding.
Gønsápa fæst í 1 L, 5 L og 10 L
Framleitt eftir ISO 9001 góðskuskipanini.
Umhvørvisvinarligur dunkur: Við brenning stendst bert koldioxid og vatn.
