Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Goymsla Prísur u/MVG

Bilsjampo

Ger bilin skínandi reinan, og gevur lakkinum eyka verju og glans. Inniheldur silikon, ið ger, at vatnið perlar av.

Nýtsluháttur:

Rist dunkin væl.
Nýt 100 ml av sápu til 10L av vatni. Vaska við svampi ella bust - spula síðani. 

Goymsla:

Í væl lokaðum upprunadunki, frostfrítt í væl útluftaðum rúmi.

Goymist á tryggan hátt, óatkomuligt fyri óviðkomandi, skilt frá matvørum, fóðurvørum, heilivági o.l. (og líknandi).

Innihald:

5-10% Nonionisk yvirflatuaktiv evni, <5% Amfoter yvirflatuaktiv evni.

Bilsjampo fæst í 500 ml og 5L dunki.

Framleitt eftir ISO 9001 góðskuskipanini.