Størv

KEMILUX søkir eftir goymslulærlingi

Er tað tær vit leita eftir? 
Vit søkja nú eftir goymslulærlingi til KEMILUX á Hjalla, at byrja skjótast gjørligt. Vit kunnu bjóða eitt spennandi og avbjóðandi lærupláss, innan goymslu og logistik.

Í lærutíðini skiftir tú millum at starvast á goymsluni og skúlagongd. Arbeiðið fevnir um inn- og útgangandi vørur og annað fyrifallandi arbeiði. Vit kunnu bjóða eitt spennandi og gott arbeiðspláss, við dugnaligum starvsfelagum.

Vit vænta, at tú:

ert arbeiðssamur/som
ert røkin
ert álítandi
ert fyrikomandi
ert før/ur fyri at arbeiða sjálvstøðugt
ert før/ur fyri at taka avgerðir
hevur koyrikort
Starvsviðurskifti:

Lærutíðin er:

3 ár við FHS-prógvi
2 ár við HH-prógvi
Starvsstaður er í goymsluni á Hjalla

Umsókn og freist:
Umsóknir við CV og viðkomandi skjølum, skulu vera okkum í hendi, í seinasta lagi sunnudagin 03. februar 2019, og kunnu sendast til ah@kemilux.com.

Tú fært nærri upplýsingar um læruplássið, við at venda tær til Andreas F. Hansen, á telefon 214345, ella á t-post ah@kemilux.com.
 
Kemilux  ·  Mykinesgøta 1  ·  100 Tórshavn  ·  Føroyar  ·  Tel.: +298 662000  ·  Fax: +298 350831  ·  kemilux@kemilux.com