Um okkum


KEMILUX í trimum deildum

Vit eru 23 starvsfólk á KEMILUX, 10 menn og 13 kvinnur, harav tveir lærlingar. Vit eru ein fjølbroytt fyritøka og fevna vit víða.
Hjarta á fyritøkuni er framleiðslan á Mykinesgøtu 1 við 11 starvsfólkum. Á Mykinesgøtu 1 er sápu- og dunkaframleiðsla, starvsstova og skrivistovur.
Á Hjalla 14 er handil, goymsla og skrivistova. Handilin rúmar alt innan reingerð, sápu, arbeiðsútgerð, klæðir og mangt annað. Á Hjalla 14 starvast 11 fólk við ymiskum uppgávum.
Har afturat hava vit eitt fólk, sum starvast innan sølu og innkeyp í okkara deild í Kekkia. 

Til samans eru vit KEMILUX.

Sápuframleiðslan er kjarnan 

Í 1965 fór KEMILUX undir at framleiða sápu. KEMILUX hevur av fyrstan tíð framleitt sápu til ídnaðin og til heimanýtslu.
Fiskivinnan hevur altíð verið miðdepilin hjá KEMILUX. Fyritøkan hevur av fyrstan tíð megna at vunni sær serkunnleika innan reingerðar tørvin hjá fiskivinnuni og hevur KEMILUX brúkt sínar royndir til at røkka øðrum vinnugreinum eisini. 
Í dag framleiða vit sápu og reingerðarevni til húsarhald, stovnar og virkir. Allar uppskiftir eru føroyskar og verða framleiddar við føroyskari arbeiðsmegi í Føroyum. Vit eru sera errin av, at vit, sum føroysk framleiðsla, framvegis, eftir meiri enn 50 ár, megna at framleiða sápu bæði til føroyska og útlendska marknaðin. Høga góðskan í sápusamansetingini hevur alt at tíða fyri okkum, og er høvuðsorsøkin til at vit kunnu kappast bæði altjóða og á heimamarknaðinum. í dag útflyta vit føroyska sápu til 8 lond. 


Vit eru heildarveitari 

Sjálvt um hjarta á fyritøkuni er sápuframleiðsla, eru vit somuleiðis heildarveitarir av reingerð-, trygdarútgerð og arbeiðsklæðum.
Í okt. 2008 lat KEMILUX handil upp á Hjalla 14. Handilshølið er stórt og rúmar alskins útgerð bæði til privatar- og vinnukundar. Vit hava alt frá klæðum, pappíri, moppum, bustum, lappum, sápu, vaskivognum og mangt annað. Eisini eru kontór og høvuðslagri á Hjalla. 
Okkara dugnaligu sølufólk ferðast kring landi fyri at tryggja at viðskiftafólk okkara fáa skilabestu loysnina til teirra tørv.
Vit finna loysnina til kundan, og gera tað sum skal til, fyri at nøkta tørvin.

Pakningur

Umframt at vit bæði eru framleiðsluvirki og heildarveitarir innan reingerð-, trygdarútgerð og klæðum, eru vit somuleiðis veitarar av pakkningi. Vit átaka okkum at finnað bestu loysnina til pakning til ymiskar vinnugreinar. 

Vit taka atlit til umhvørvið

Vit halda, at sera dygg og haldgóð argument undirbyggja hesa meting. Fyrst og fremst hetta: tú kanst kenna teg fullvísan í, at reingerðarevni okkara eru ment við serligum atliti til føroyska umhvørvið. 


Til dømis er einki kálk í føroyska kranavatninum. Okkara vatn kemur nevniliga úr erva sum regn, - ikki úr jørðini. Tessvegna nýta vit heldur ikki kálkbindandi evni í okkara framleiddu vørum, og tað er náttúran fegin um. Okkara hugsjón er, at jú færri kemisk evni, vit lata út í umhørvið, jú betri. Hesi evni finnast harafturímóti vanliga í reingerðarevnum, sum eru framleidd í londunum kring okkum, har kálk er í vatninum.

Tað er ein veruleiki, at øll reingerðarevni innihalda virkin evni. Um tey skulu loysa sína vaskiuppgávu, væl at merkja. Vit leggja alstóran dent á at fara væl um okkara umhvørvi við at nýta lætt niðurbrótilig, natúrlig evni úr plantuoljum í okkara húsarhaldsvørum.
Kemilux virkar samsvarandi donskum og ES-lógum og reglugerðum á økinum. Vit hava egna starvsstovu/laboratorium, sum í samstarvi við altjóða serkunnleika hevur dagliga eftirlitið við, at allar reglur verða fylgdar. Kemilux framleiðir samsvarandi ISO9001 skipanini. Strongu krøvini, sum vit seta okkum sjálvum, hava millum annað havt við sær, at Kemilux er góðkendur veitari til sera kravmiklu oljuvinnuna.

 
Grøn og allergivinarlig

Vit eru eisini bæði grøn og allergivinarlig. Allar húsarhaldssápur okkara lúka treytirnar fyri grønu merkingini, sum danska Sundhedsstyrelsen viðmælir. Viðvíkjandi ovurviðkvæmi eru vit fegin um at kunngera, at eingin av okkara sápum inniheldur evni, sum standa á listanum hjá ES yvir allergielvandi evni, - sokallaða allergilistanum. Allar húsarhaldsssápur okkara kunnu eftir ynski framleiðast uttan lit- og luktevni.
Og lat okkum at enda nevna, at litevnini, sum nýtt vera í húsarhaldssápum okkara, eru tey somu, sum nýtt vera innan matvøruframleiðslu.

Vegleiðing og ráðgeving

Vit eru altíð til taks við vegleiðing og ráðgeving, og til reiðar at koma á staðið, um neyðugt. Vit menna eisini fullfíggjaðar vaskiætlanir til allan tørv í neyvum samráði við tykkum. Umframt hetta skipa vit fyri vaskiskeiðum, har kunnað verður um hvussu vaskievni virka, rætta dosering, - hvør sápa skal nýtast hvar.
 

Databløð verða gjøgnumgingin og vaskiamboð demonstreraði. Annars verður prátað og samskift um vasking yvirhøvur, har hent ráð verða givin. Góðskuleiðarin og vaskikøn umboð fyri Kemilux standa fyri hesum skeiðum.
 



 
 
Kemilux  ·  Mykinesgøta 1  ·  100 Tórshavn  ·  Føroyar  ·  Tel.: +298 662000  ·  Fax: +298 350831  ·  kemilux@kemilux.com