Tíðindi


Grønt smiley til Kemilux!

Fyri stuttum hevur norska brúkaraumboði gjørt eina kanning av sambandinum millum sápu, ovurviðkvæmi og hormonforstírandi evnum. Í fleiri av testaðu sápunum fann norska brúkaraumboði ovurviðkvæmis framkallandi evnið MI og fylgjandi hormonforstírandi evnir:


  BHT
  Ethylhexyl Methoxycinnamate
  Ethylparaben
  Methylparaben


 Um Kemilux sápan var við í kanningini hjá      norska brúkaraumboðnum, høvdu vit fingið eitt  stórt GRØNT smiley! Hetta  staðfestir góðskuleiðarin hjá Kemilux, Johanna  Zachariasen. Góðskuleiðarin kann  nevnliga avdúka at ongar av framleiðsluvørunum hjá Kemilux innihalda omanfyristandandi evni.
Johanna leggur avtrat, at tað er ógvuliga umráðandi fyri Kemilux at ikki brúka óneyðug kemisk evni, sum kunnu elva til ovurviðkvæmi ella eru hormonforstýrandi. 
Kemiverkfrøðingurin og Góðskuleiðarin hjá Kemilux leggja seg eftir at framleiða sápur, sum ikki innihalda óneyðug evni og serliga sápur, sum ikki innihalda evni, ið eru hormon forstýrandi ella kunnu elva til ovurviðkvæmi. 


Kemilux leggur seg eftir at brúka lætt niðurbrótilig evni, sum eru umhvørvisvinarlig og sum ikki skaða føroysku náttúruna. Í hesum sambandi hevur Kemilux "Fliðumerking". Fliðan er tín trygd fyri at sápan er umhvørvis- og allergivinarlig. Les meiri um Fliðina her: Fliðan

Les um kanningina hjá Norska Brúkaraumboðnum HER 


 

________________________________________________



                      Veitst tú av at Kemilux
                 hevur ISO9001 góðkennning?

                 

Hvat merkir ISO 9001?
ISO 9001 merkir, at Kemilux líkur strangastu altjóða krøvini innan framleiðslu. Hetta merkir eisini, at Kemilux er undir eftirlit, bæði internt og eksternt.

Umframt ISO 9001 góðkenning hevur Kemilux eisini gjørt sína egnu umhvørvis merking. Tað er Fliðan. Fliðan er tín trygd fyri at at vøran ikki inniheldur óneyðug kálkbindandi evni.


Tað er ikki av tilvild, at Kemilux hevur valt fliðuna, tí fliðan er úr kálki og – eins og okkara viðkvæma umhvørvið annars – verður hon rakt av skaðiligu árinunum av kálkbindandi evnunum, ið sápa til evropeiska marknaðin vanliga inniheldur.
                                                            
Í londum kring okkum inniheldur vatnið upployst kálk, sum kann skaða ketlar, vaskimaskinur o.a. Kálkið ávirkar eisini virkningin av sápuni. Tessvegna mugu sápuframleiðarar úti í heimi tilseta ymisk kemisk evni at binda kálkið í vatninum. Hesi evni, so sum Na-EDTA og NTA, eru torfør at niðurbróta í náttúruni og dálka tessvegna umhvørvið. Hesi óneyðugu evni nýta vit ikki í húsarhaldssápunum frá Kemilux. Føroyska vatnið er nevniliga kálkfrítt, tí tað kemur ikki úr undirgrundini, men úr erva sum regn.

Hevur tú spuringar v.v. vørunum hjá okkum ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkara góðskuleiðara
__________________________________________________________________________



Yvirlýsing frá Kemilux:
Kopivørur skaða umdømið hjá Kemilux

Kemilux skal gera vart við, at Sapolux í Hirtshals hevur eftirlíknað vørur frá Kemilux. Fleiri av okkara kundum, sum hava hildi seg keypt Kemilux vørur, hava gjørt vart við, at vørurnar frá Sapulux ikki hava somu dygd. 

Sapolux í Hirtshals roynir av órøttum at gera sær dælt av dygdini og góða umdøminum hjá Kemilux. Á heimasíðuni hjá Sapolux verður sagt, at teirra vørur eru ein ”erstatningur” fyri upprunaligu sápuvørurnar hjá Kemilux. Hetta er beinleiðis skeivt, og tað skaðar umdømið og kundanøgdsemið hjá Kemilux – eitt umdømi og nøgdsemi, sum er uppbygt gjøgnum nógv ár.

Vit eru sera hørm um støðuna, bæði okkara vegna, men serliga vegna okkara kundar, sum á henda hátt verða villleiddir av Sapolux.

Kemilux vil tí við hesum gera vart við, at okkara felag hevur als einki samstarv ella aðrar avtalur við felagið Sapolux ApS í Hirtshals.

Á heimasíðuni hjá Sapolux verður m.a. hetta ført fram: “SUPER 1 ALKA (også kaldet S-1 EXTRA) er udviklet af SAPOLUX ApS som et grovrengøringsmiddel til all-round brug i mange forskellige brancher. Det er en direkte erstatning for det velkendte og velrenommerede SUPER 1-EXTRA.

Hetta er ein grov misleiðing og misnýtsla av okkara vørum og okkara umdømi, og Kemilux mótmælir hesum harðliga. Umboðið hjá Sapolux í Føroyum misbrúkar eisini hesar órøttu upplýsingar og villleiðir sostatt trúfastar Kemilux-kundar.

Sapolux er ein vørueftirlíkning, framleitt í Danmark, og hevur sambært fleiri av okkara kundum ikki somu góðu eginleikar sum Kemilux sápuvørurnar.


Á myndini niðanfyri sært tú vøruna S1-extra frá KEMILUX og Super Alka 1 frá Sapulux.






KEMILUX luttók á DANFISH 2015 messuni í Aalborg. 

Kemilux flytir ikki framleiðsluna til Danmarkar



Men Kemilux hevur fingið nýtt søluumboð í Danmark. Tann 1. novembur yvirtók Skovbo-Ren í Hjørring søluna av okkara vørum á danska marknaðanum, sí www.skovbo-ren.dk.

Vørurnar koma framhaldandi at hava sama heiti.

KEMILUX INDUSTRI varð stovnað í 1965 í Tórshavn, har felagið framhaldandi hevur heimstað og framleiðslu av reingerðarevnum. Vit framleiða bæði til húsarhaldið og íðnaðin, so sum fiskiíðnaðin, off-shorevinnuna og maritimu vinnuna yvirhøvur.

Vit fegnast yvir, at Skovbo-Ren hevur játtað at samarbeiða sølu og promovering av okkara vørum í Danmark, og vænta vit eitt gott og varandi samstarv.

KEMILUX INDUSTRI er einasti framleiðarin av reingerðarevnum í Føroyum og er førandi á tí føroyska marknaðanum yvir sølu av reingerðarevnum. KEMILUX INDUSTRI hevur í nógv ár verið stórur veitari til íðnaðin í Føroyum, Danmark, Íslandi, Noregi, Grønlandi, Kanada og Skotlandi.




Samband: info@skovbo-ren.dk                                              www.skovbo-ren.dk








 


Føroyingar hava tikið Vaska til sín

Nýggja reingerðarrøðin frá Kemilux hevur fingið sera góða móttøku á føroyska marknaðinum. Tað er ikki so undarligt, tí Kemilux er einasta virki í heiminum, sum framleiðir reingerðarevni við serligum atliti til føroyska umhvørvið

Vaska Upp & Niður
Vaska Hendur

Stórt úrval av arbeiðsklæðum, verndarbúnum og skóm

Støkk inn á gólvið í handil okkara á Hjalla, har vit eisini hava alt innan reingerð umframt útgerð til allar hugsandi vaskiuppgávur.





Vit hava loysnina til tungu reingerðina

Reingerðarevnini frá Kemilux verða nógv nýtt til tyngri reingerð og viðlíkahald kring allan knøttin, á sjógvi so væl sum á landi.

H79
S1-Extra









 
 
Kemilux  ·  Mykinesgøta 1  ·  100 Tórshavn  ·  Føroyar  ·  Tel.: +298 662000  ·  Fax: +298 350831  ·  kemilux@kemilux.com